Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

2. februar eru 90 ár liðin, síðan Eskild Christiansen og aðrir settu Skótalið Sigmund Brestissonar á stovn á Bryggjubakka í Havn, og í tí sambandi verður opið hús í Skótahøllini við Havnará.

Hetta er samstundis eisini høvi til at hátíðarhalda 90 ára føðingardagin hjá føroysku skótarørsluni, tí Skótalið Sigmunds Brestissonar var fyrsta skótalið, ið varð stovnað her á landi.

Tað vóru teir fýra havnadreingirnir Pauli Christiansen, Arni Ellingsgaard, Zacharias Poulsen og Eskild Christiansen, ið 2. februar í 1926 hittust at stovna skótaliðið, soleiðis at ungu dreingirnir í Havn kundu hava nakað at fáast við.

Nógv er broytt hjá gulu skótunum í Havn, síðan stovnssetingina fyri 90 árum síðan.

Fyrstu tíðina hildu skótarnir til í kjallaranum hjá Poulinu Christiansen, síðan varð flutt niðan í høli á Bakkahellu, áðrenn skótarnir í 1956 fluttu niðan í hugnaligu skótahøllina við Havnará, har teir hava hildið til síðan.

Fyrstu 43 árini vóru bert dreingir, ið kundu gerast skótar í Skótaliði Sigmunds Brestissonar, men 2. februar í 1969 stovnaðu Inga Høgenni, Joan Árting, Jeanne Jacobsen, Maria í Nesinum, Svanna Jensen, Anna Maria Djurhuus og Torgerð Davidsen Skótalið Tóra Sigmundsdóttir.

Tey bæði skótaliðini vórðu síðan løgd saman í Skótafylki Sigmunds Brestissonar, sum í dag telur góðar 130 limir í aldrinum 6-83 ár. Høgni Jensen er fylkisstjóri.

Til at hátíðarhalda merkisdagin hevur Skótafylki Sigmunds Brestissonar opið hús týsdagin 2. februar, har gamlir búnar og myndir verða framsýnd, og Marius Rein ber fram røðu. Kaffi og køka vera eisini at fáa.

Eisini verða nógvir av "teimum gomlu" til staðar, so tað er ein frálíkur møguleiki at fáa eitt prát um gamlar skótadagar og hoyra um, hvussu skótarørslan hevur broytt og ment seg gjøgnum árini.

Samstundis er eisini møguleiki hjá børnum, ungum og vaksnum at tekna seg sum lim hjá Skótafylki Sigmunds Brestissonar.

Skráin
15.00 Opið hús

15.30 Fylkisstjórin, Høgni Jensen, bjóðar vælkomin

16.00 Marius Rein heldur røðu

17.00 Framsýning, kaffi og gott prát

19.00 Endi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo