Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nú ber aftur til at læna eina elsúkklu frá Tórshavnar kommunu. Ein bingja stendur í gongugøtuni við súkklum í, og tað er bara at fara inn á Býarbókasavnið og skráseta seg.

Upplatingartíðirnar eru hesar:

mánadag - hósdag kl. 9-21
fríggjadag kl. 9-18
leygardag kl. 10-16
sunnudag kl. 14-17

Súkklurnar eru til láns frá kl. 10.00 til 18.00.

Fólk frá 15 ár og eldri kunnu læna eina elsúkklu. Tó kunnu stór børn læna eina súkklu saman við foreldrum ella øðrum vaksnum fólki.

Súkklurnar eru ókeypis at læna, men 200 krónur verða latnar í trygd, tá ið súkklan verður lænt. Súkklurnar verða at læta innaftur sama dag, áðrenn Býarbókasavnið letur aftur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo