Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Í døgunum 2. til 14. mai komandi ár verða Føroyar vertir fyri sjálvum EM-endaspælinum fyri U17-landsliðum við gentum. Føroyar eru við sum vertsland, og skulu tí royna seg ímóti nøkrum av sterkastu londum í Evropa.

Men umframt góðan fótbólt á vøllinum, er eisini nógv uttanfyri vøllin, ið skal spæla saman, fyri at kappingin skal eydnast væl, og í Fótbóltssambandi Føroya vóna tey at endaspælið kann seta meir ferð á menningina av gentu- og kvinnufótbólti í Føroyuml.

Fyrireikingarnar fóru av álvara í gongd tíðliga í ár, og ein av teimum, ið saman við Andrasi Kjartansson Thomassen er við til at samskipa kappingina, er Maria Ziskason Nesá.

– Hetta er ein risa stór kapping, sum vónandi verður ein sonn fótbóltsveitsla, sigur Maria Ziskason Nesá millum annað í samrøðu við FSF Varpið, har hon eisini greiðir frá, hvat eitt EM-endaspæl krevur av FSF, men eisini um alt tað, ið ein sovorðin avbjóðing gevur føroyskum fótbólti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo