Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri ísraelskir miðlar skriva um, at Pfizer/BioNTech-vaksinan møguliga er orsøkin til sjáldsama hjartasjúku hjá ungum persónum.

Tað skrivar Politiken.

Út av 5 milliónum vaksineraðum, hava 62 fingið sjáldsomu hjartasjúkuna myocarditis fáar dagar eftir vaksineringina.

Ein 22 ára gomul kvinna og 35 ára gamal maður eru deyð.

Tey flestu hava fingið sjúkuna eftir næsta prikið, og tey flestu eru menn undir 30 ár.

Sjúkan gevur sjáldsaman bruna í vøddalagið í hjartanum.

Evropeiski heilivágsstovnurin (EMA) er vitandi um tilburðirnar, men sigur, at enn er nakað tíðliga at siga, um beinleiðis samband er millum vaksinu og hjartabrunan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo