Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tað er ikki so lætt at taka yvir venjarar, sum hava sitið í meira enn tjúgu ár. 

David Moyes royndi seg eftir Sir Alex Ferguson, sum hevði sitið í 26 og eitt hálvt ár í managarasessinum í Manchester United, og kláraði bara níggju mánaðir í starvinum.

Nú hevur so Unai Emery í Arsenal fingið nøkulunda somu lagnu sum David Moyes í United.

Emery tók yvir í mai í fjør eftir Arsene Wenger, sum hevði verið Arsenal managari í 22 ár, og í dag fekk hann so sekkin.

Arsenal liggja í løtuni á einum 8. plássi í Premier League við 18 stigum, eitt stig fleiri enn Manchester United og Tottenham Hotspur á ávikavist 9. og 10 plássinum.

Hetta er ringasta byrjan hjá Arsenal uppá eitt kappingarár síðan 1992.

Fyrrverandi Arsenal leikarin Freddie Ljungberg tekur fyribils yvir eftir Emery.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo