Sameindu arabisku emiratini seta á stovn ein grunn sum skal gera íløgur í Ísrael.
Tilsamans 59 milliardir krónur verða settar í íløgugrunnin.
Íløgur skulu gerast bæði í og saman við Ísrael, sambært tíðindastovuni WAM.
Orka, vatn, rúmdarvinna, heilsuverk og landbúnaðartøkni eru sektorar sum verða tiknir framum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo