Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Amnesty International Føroya Deild: Emma Holten gjørdist heimskend fyri sín uppreistur ímóti hevndarporno. Ein verkætlan, sum kallast SAMTYKKI, og sum er umsett til fleiri enn 10 mál, m.a. hebraiskt og kinesiskt. 

Leygarkvøldið 16. apríl vitjar hon í Føroyum sum liður í átaki hjá Amnesty um kynsligt samtykki og neyðtøkur. Umframt Emmu Holten fer Súni Poulsen, sálarfrøðingur, at umrøða, hvussu samspælið millum kynini upplivist sum maður og drongur. Í veruleikanum eru menn eisini fyri mismuni. Eitt sjónarmið vit sjáldan hoyra.

EMMA: at siga JA og NEI átti ikki at verið so trupult. Men í kynsilga samskiftinum – bæði í digitala heiminum og í veruliga lívinum uppliva menniskju, at samtykki er kompliserað. At vald, gyrnd og intimitetur ofta gera, at orðini Ja og Nei eru trupult at greina. Hvussu ber tað til? Hvussu ávirkar kyn og vald hesar spurnigarnar? Og hvat kanst tú gera fyri at kenna mørkini – bæði tíni egnu og mørkini hjá øðrum?

SÚNI: vit nikka við samkenslu til lýsingina av kvinnum sum offur, og vit hava lyndi til at góðtaka útleggingina av mannfólkið sum latent harðlig og vandamikil. Hyggja vit nærri og meira yvirskipað eftir, hvat í veruleikanum liggur aftanfyri harðskapin millum kynini, so gerst myndin skjótt langt meira fjøltáttað. Í veruleikanum eru mannfólk eisini í stóran mun fyri mismuni, og kvinnur hava beinleiðis fyrimunir á fleiri økjum. Vit tosa bara so sjáldan og so lítið um hesa síðuna av søguni, og tí eru nógv als ikki tilvitað um hetta.

Á almennum tiltaki tann 16. apríl kl. 19.30 í Perluni í Havn fara Emma og Súna at umrøða og greina hugtakið samtykki.

Eftir uppleggini verður kjak millum Emmu og Súna, eins og ungar røddir eisini fáa høvi at siga sína hugsan um evnið.

Á skránni verður eisini skemt við Sóley og Katrini. Sóley & Katrin framføra nýskrivaðar hugleiðingar/skemt/stuttleikir o.a til gaman og álvara. Leygarkvøldið fara Sóley og Katrin, sum framføra nýskrivaðar hugleiðingar og skemt at bjóða okkum eitt "anti neyðtøku lynkursus" við føroysku sjávlærdu anti neyðtøku serfrøðingunum Teresu og Kristinu Mariu.

---

Men hví er SAMTYKKI viðkomandi fyri Amnesty at taka upp á almennum tiltaki?

Arbeiðið við at bøta um umstøðurnar hjá neyðtøkuofrum er partur av stórum átakið hjá Amnesty International, sum kallast: Mín kroppur míni rættindi og snýr seg grundleggjandi um rættin hjá tí einstaka til sín egna kropp. Seinasta árið hevur Amnesty varpa ljósa á egnið og hevur fingið m.a. neyðugar broytingar í revislógini á politiska dagskrá, eins og týdningin av eini bráðfeingismóttøku fyri neyðtøkuoffur. Og nú seta vit gongd á arbeiðið við hugburðinum millum ung, tá tað snýr seg um kropslig rættindi.

63% meina, at gentan hevur ábyrgd

Í samband við fyribyrgjandi SSP (Skúli, Sosialir myndugleikar og Politi) dagarnar fyri 7. flokkar, spurdi Amnesty 270 næmingar í 7. flokki ein spurning um samtykki.

Vit vístu fyrst næmingunum eitt stutt filmsbrot, har ein genta fer inn í eitt kamar við einum drongi. Og so settu vit teimum 270 næmingunum spurningin: “um hetta kvøldið endar við eini neyðtøku (t.e. kynslig samvera ímóti egnum vilja), hevur gentan so eina ábyrgd, tí hon fór inn í kamarið við dronginum?”. Svarbýtið varð ikki óvæntað, men úrslitið er álvarsamt, og svarini bera boð um ein grundleggjandi hugburð, sum valdar ímillum okkum. Ein hugburð um, at gentur og kvinnur sjálvar hava ábyrgd, tá tær eru fyri einum av álvarsamastu brotsgerðum, sum hevur álvarsamar avleiðingar bæði kropsliga og sálarliga. Svarini vístu, at ein stórur meiraluti meinar, at gentan hevur ábyrgd (63%), meðan bert 23% meina, at gentan er uttan ábyrgd (23%). Síðani er tað ein bólkur, sum ikki veit (14%) (Sí fleiri úrslit á síðu 3). Á hesum tiltakinum fyri 7. flokkar høvdu vit góða tíð at umrøða evnið og støðuna, og vónandi vóru tey fleiri, sum eftir uppleggið vistu, at rætta svarið uppá spurningin sjálvsagt er, at hendan gentan ikki skal ábyrgdast fyri neyðtøku, hóast hon fór inn í kamarið. Tað hevur týdning at staðfesta júst hetta, tí veruleikin er, at gentur og kvinnur leggja skuld og skomm á seg sjálvar, og hetta gevur teimum minni sjálvsálit til at krevja eitt nei, tá tær meina nei.

Tølini, sum KVINNA hevur kunngjørt í seinasta blaðnum staðfesta, at trupulleikin er veruligur. Kanningin, sum er frá 2016, vísti, at sjeynda hvør kvinna í Føroyum hevur verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd.

Sí video her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo