Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Dreingir 14 SÍ – Fleyr  2-0 (25-14 , 25-20)

SÍ átti lið í øllum finalunum, sum hava verið leiktar í dag, og til samans hevur felagið úr Sørvági lið í 9 av 10 finalum. Men tað gekk ikki eftir vild í trimum teimum fyrstu og einki er at ivast í, at serliga stórt er vónbrotið hjá báðum liðunum í meistaradeildini, sum taptu sínar dystir 3-0.

Seinasta finalan var tí ógvuliga avgerandi hjá SÍ skuldi tað ikki enda heilt ongul í reyv. Dreingir 14 skuldu venda gongdini, og tað gjørdu teir við stíli.

Í fyrsta setti var als eingin ivi, tí Sí bukaði Fleyr við ágangandi servum og góðum álopum. Fleyr fekk ikki annað beinið til jørðina.

Annað sett var munandi javnari, og liðini fylgdust alla tíðina og tordu væl at satsa alt. Við støðuna 18 – 18 tók SÍ avgerandi leiðslu, sum liðið helt til endans, og sørvingar vunnu endiliga gull!

Bestur leikarar:
Julian Vest Niclasen, SÍ
Davið Hentze, Fleyr

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo