Tá vit altíð skula kunna røkkast eru vit ongantíð veruliga til staðar
- Peter Arvai

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Á løgtingsfíggjarlógini fyri 2021 er peningur settur av til myndlistafólk. Stuðulin verður umsitin við heimild í løgtingslóg nr. 60 frá 17. mai 2005 um stuðul til mentan og list v.m.

Av tí at allur stuðulin ikki varð lutaður út, tá stuðulsumfarið 15. mars var úti, verður lýst aftur við stuðlinum.

Stuðulin til myndlistafólk verður játtaður einstaklingum til útbúgving, eftirútbúgving og námsferð.

Tá stuðul verður játtaður, verður í fyrstu atløgu raðfest at veita yrkislistafólkum stuðul og í aðru atløgu umsøkjarum, ið eru á eini listarligari yrkisleið.

Játtanin er kr. 150.000, og av hesum eru 114.000 kr. tøkar at søkja í hesum eyka umfari.

Freistin at søkja er 17. mai 2021.

Umsóknir eiga at verða skrivaðar á serstakt umsóknarblað til endamálið.

Umsóknarbløð og vegleiðingar eru at finna á heimasíðu okkara: www.ummr.fo ella kunnu fáast við at venda sær til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið
Postrúm 3279 
110 Tórshavn
Telefon 30 65 00
Telefax 30 65 55
e-postur: ummr@ummr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo