Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tá føroyskir sjúklingar fáa staðfest seinheilaskaða, verða teir sendir av Landssjúkrahúsinum og til Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar. Eftir viðgerðina, verða teir sendir á eitt uppvenjingarstað í Danmark, nærum altíð Hvidovre Hospital, at koma fyri seg.

Áðrenn 2015 vóru ikki eins spesialiserað tilboð í Føroyum til hesar sjúklingarnar at fara til, eftir teir vórðu útskrivaðir. Tískil vórðu sjúklingarnir og tey avvarðandi nærum slept á fjall við heimkomu, tí einki spesialiserað tilboð var at menna sjúklingarnar víðari.

Áhaldandi venjing er lykilin til ein lættari gerandisdag fyri bæði tann sjúka og tey avvarðandi.

Tað hevur tískil verið ein stórur tørvur á spesialiseraðari endurmenning í Føroyum, sum er før fyri at taka ímóti teimum sjúklingum, ið eru útskrivaðir frá uppvenjingarstaðnum í Danmark, tí trupulleiki hevur verið, at sjúklingar ikki eru loftaðir við heimkomu til Føroya.

Ein politisk avgerð varð tikin um at staðseta endurmenning til sjúklingar við seinheilaskaða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og í 2015 byrjaði ein tilgongd at upparbeiða eitt spesialiserað og skipað tilboð til hendan málbólkin.

Við hækkaðari játtan varð tilboðið ment í 2020 við neurologum, umframt eina samstarvsavtalu við Vejlefjord Rehabilitering. Í dag verður sjúklingurin innlagdur á seingjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í eitt tíðarskeið á umleið tríggjar mánaðar. Um sjúklingurin er førur fyri at koma í egið heim og tað praktiskt letur seg gera, verður vant ambulant nakrar ferðir um vikuna.

Síðani økið varð uppraðfest, hava 1-3 sjúklingar við seinheilaskaða árliga verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi til framhaldandi endurmenning. Mett verður, at tað er ein stórur fyrimunur hjá sjúklingum at koma til Føroyar og merkja føroysku luftina, føroyska málið, hava síni nærmastu rundan um seg og eta føroyskan mat. Royndirnar vísa, at sjúklingurin kemur skjótari fyri seg og ger ofta eitt lop í menningini. Hetta er ein sálarlig ávirkan til fyrimuns fyri sjúklingin.

Tilboðið mennist alsamt og Klaksvíkar Sjúkrahús arbeiðir málrættað við at uppraðfesta økið og í tí sambandi eru pengar játtaðir til taluvenjing til seinheilaskødd. Eitt pilotprojekt hevur koyrt í nakrar mánaðir og ætlanin er at seta ein fastan talufrøðing í starv, sum skal starvast tvørtur um øll 3 sjúkrahúsini.

Nógvar sólskinssøgur hava verið síðani økið varð uppraðfest og eru sjúklingar, ið eru farnir til gongu, hóast mett hevur verið frá viðgerðastøðunum í Danmark, at tað fór at verða neyðugt við koyristóli restina av lívinum.

Frameftir eiga eingir sjúklingar at koma heim til Føroya, uttan at verða loftaðir av føroyska heilsuverkinum og viðkomandi myndugleikum.

Kaj Leo Holm Johannesen
landsstýrismaður í heilsumálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo