Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað byrjaði við einum práti, men skjótt var borið at, og nógv kenna tí ídag kvøldseturnar, ið hava verið sendar úr Vb-húsinum í Vági, hesa tíðina landið hevur sett ferðina niður, og fólk flest hava sitið heima.

 

Í dag er flaggdagur, og aftur ídag hava vágbingar bjóða til kvøldsetu vesturi á Eiðinum í Vági, har sangur, skemt, prát og annað er á skránni. 

 

Kvøldseturnar hava fingið sera jaliga móttøku, og seinasta kvøldsetan er longu víst fleiri enn 18.000 ferðir á netinum.

 

Eins og undanfarin kvøld, so er húsaorkestrið við, og sangurin fer at seta dám á alla sendinga, umframt at smá innsløg og prát verða gjørd. 

 

Nógv hendir í Vági í hesum døgum, eisini hóast tiltøk um frástøðu og ikki at hittast fleiri enn 10 í bólki, men eisini hesi tilmælini verða fylgd og nýhugsan og átøk síggja dagsins ljós. 

 

Tey ið luttaka við sangi og tónleiki í kvøld eru: Hans Jacob Hjelm, Gudmund Larsen, Rúni í Lágabø, Hjalmar Magnussen, Dagfinn Olsen og Sára Magnussen, sum við práti og tónleiki fer at hugna um saman við vertinum. 

 

Eins og undanfarin kvøld, verður eisini møguleiki at skriva inn, ímeðan sent verður, við einari heilsan ella sangynski.

 

Tiltakið byrjar kl. 21.00 í kvøld og verður stroymt á Hugnaløta í Vb-húsinum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo