Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Henda vikan sum nú er um at enda hevur verið merkt av nógvum regni og vindi. Eisini komandi viku fer at regna illa fleiri av døgunum, men vindurin skuldi verið heldur minni.

Í morgin verður ættin landsynningur, lot til frískt lot, hitin 8-10 stig og regn seinnapartin.

Týsdagin regnar til middagsleitið, tá kemur sólin fram. Vindurin verður heldur frískari av lágætt, hitin upp í 9 stig.

Mikudagin fyrst regn, seinni klárnar og sólin sær, upp í frískan vind av suðri og útsynningi, hitin 7-9 stig.

Hósdagin verður nógvur vindur, upp í skrið av landsynningi, fyrrapartin regn men seinnapartin møguleiki fyri sólglottum og hitin upp í 10 stig.

Fríggjadagin framvegis frískur vindur av landsynningi, okkurt æli men eisini løtur við sól, hitin um 9 stig allan dagin.

Næsta vikuskiftið verður fyrst lítil vindur av eystri ella landsynningi, sunnudagin frískari vindur av eystri, okkurt æli men eisini sólglottar.

Sambært langtíðarforsøgnini heldur regnið fram í vikuni eftir mánaðarskiftið, tá verður mest sum samregn bæði mánadagin og týsdagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo