Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ein skjønnan dag hevur Býarsavnið fingið góð framsýningarhølir. Har kunnu vit gestir altíð fara á gátt at síggja eina flotta og væl miðlaða fasta framsýning um Havnina sum høvðusstað og tingstað síðan landnám. Hvussu nógv fólk búðu í Havn í ymsum tíðarskeiðum? Hvussu ávirkaðu pokurnar lívið í Havn? Hvussu vóru liviumstøðurnar undir einahandlinum? Osfr osfr.

Á Ólavsøku, Mentanarnáttini og á Savnsfagnaðinum fara vit spent á gátt, at vita hvat býarsavnið nú hevur valt at seta sjóneykuna á. Nakrar ferðir um árið fara vit harumframt at uppliva ymsar skiftandi framsýningar -  td um sjóvinnusøgu okkara, frá slupptíð til modernaðu verksmiðjutrolararnir komu. Ella um hvussu tað ávirkaði gerandislívið í Havn, tá kvinnurnar fóru út á arbeiðsmarknaðin. Kanska kemur ein  framsýning um ungdómsmentanina í 60’unum, har mongu lutirnir hjá Birgari veruliga høvdu komið til sín rætt. Og heldur enn bara at sita í skúlastovuni í søgutímanum koma skúlabørn regluliga á savnið, tí starvsfólkini hava ment eina spennandi skúlatænastu til næmingar.

Somuleiðis kunnu vit stolt vísa øllum ferðafólkunum, ið spyrja eftir býarsavninum, á fínu hølini og framsýningina tey kunnu fara og vitja.

Hetta eru ikki fjarir framtíðardreymar. Tey sera dugnaligu starvsfólkini á savninum hava leingi arbeitt við nógvum av tí nevnda. M.a við tí føstu framsýningini um Havnina frá landnámi til í dag. Og ein framsýning um sjóvinnusøguna er eisini undir fyrireiking eins og avtalir eru gjørdar við skúlar um skúlatænastu.

Men onki av hesum gerst uttan framsýningarhølir.

--------------

Tey eru ikki fá, havnafólkini, ið eru farin at ilskast og spyrja, hví býráðsmeirilutin ikki vil hava eitt býarsavn. Hvussu kann man ikki vilja tað fyri sín egna bý og stolta høvuðsstað?

- Men á Vaglinum valdar bert larmandi tøgn. Meirilutin hevur nú í 13 mánaðir ligið og bølt omaná málinum um at finna býarsavninum framsýningarhølir.

Fyri fáum vikum síðan stóð í Dimmu, at leiðarin fyri býarsavnið umhugsaði sína støðu vegna ótolandi arbeiðsumstøður. Og nú er tað so hent, at leiðarin hevur sagt seg úr starvi.

Meirilutin er ikki sinnaður at finna nøkur framsýningarhøli – hvørki fyribils ella varandi – til savnið. Hetta er í veruleikanum ein gøla og torført er at koma til aðra niðurstøðu enn, at tað júst var hetta sum var ætlanin. Tey vóru íhvussu er ávarað og gjørdu onki fyri at bøta um umstøðurnar, heldur hinvegin.

Dimma hevur fleiri ferðir viðgjørt syrgiligu støðuna hjá býarsavninum og spurt hvørjar ætlanirnar eru, men uttan at fáa svar. Í útvarpinum viðgjørdi Nón Býarsavnið herfyri og nú skrivar Poulina Slættanes klóka klummu í Dimmu, har hon eins og so nógv onnur, undrast á, hví eingin vilji er til at finna savninum framsýningarhølir. Og spyr um hetta veruliga er takkarlønin og sømilig viðferð av stóra arbeiðinum hjá Birgari Johannesen og gávuni hann læt TK.

Men onki rínur við. Uttan mun til alla umrøðuna, allar spurningarnar og øll ynskini frá borgarum og ferðafólki at sleppa at vitja eitt áhugavert býarsavn – so velur býráðsmeirilutin tilvitað at niðurlaga savnið. Enn einaferð. Tað gjørdi býráðið við sama flokki og borgarstjóra á odda eisini fyri uml 12 árum síðan. Flott!

Er svarið so syrgiliga einfalt, at tað er tí hetta ikki er teirra verk? Er orsøkin, at tað var undanfarna samgonga, ið endurstovnaði býarsavnið, fann varandi hølir, setti fólk, sum skrásettu og savnaði allar lutirnar sum kommunan sjálv átti og teir hjá Birgari, fann fín og trygg goymsluhølir og hevði fleiri spennandi framsýningar, sum stórt tal av gestum, skúlabørn o.o fingu gleði av?

Fyri nøkrum árum síðan skrivaði Heðin Mortensen forharmað lesarabræv móti tásitandi fiskimálaráðharra Jacob Vestergaard, við yvirskriftini “Fiskimálaráðharrin, ið sum fyrsta avrik í starvinum niðurlaðaði Sjósavnið”, tí játtanin frá landinum varð lækkað við 100túsund krónum.

Borgarstjórin skrivaði: “Tað sum undrar meg mest er, at ein fiskimálaráðharri skal hava so negativan hugburð mótvegis einum sjósavni, sum dagliga er við at ríka okkara ungdóm við kunnleika um okkara umhvørvi og okkara fiskivinnu. Álvaratos, at kalla seg fiskimálaráðharra og sum fyrsta avrik í starvinum avhøvda einasta átak av sínum slagi innan fiskivinnufrálæru í Føroyum. Landsstýrismaðurin átti at skammað seg.”

Tað er freistandi at sitera borgarstjóran og brúka hansara egnu væl valdu orð: “Tað sum undrar meg mest er, at ein borgarstjóri skal hava so negativan hugburð mótvegis einum býarsavni, sum dagliga er við til at ríka okkara ungdóm við kunnleika um okkara felags søgu.”

Á síðsta býráðsfundi tá undirritaða aftur hevði biðið um at fáa býarsavnið á skrá steðgaði borgarstjórin orðaskiftinum og beindi málið aftur í nevnd. Hóast fleiri høvdu sett seg á røðaralistan og lagt var upp til lívligt orðaskifti. Men hetta hendir regluliga. Væl vitandi at málið fer als ikki at koma á skrá í mentamálanevndini, tí soleiðis saltar man mál, man ikki hevur áhuga fyri og ikki vil hava almenna umrøðu av.

So alt bendir á, at havnaborgarar, ferðafólk, skúlabólkar og øll onnur, ið kundu fingið gleði av at vitja Tórshavnar býarsavn, mugu bíða nøkur ár til frægari kreftir koma framat á Vaglinum aftur. Fólk við mentanarligum medviti og sum síggja tað sjálvsagda í, at høvuðsstaðurin hevur eitt virkið býarsavn.

Gunvør Balle
Býráðslimur fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo