Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Aftur í ár bjóðar Liv Lívið, sum er átak hjá Bláa Krossi, ungum í Føroyum av til, at royna eitt rúsfrítt summar. Hví júst eitt rúsfrítt summar? Liv Lívið ynskir at vísa ungum á, at rúsur er ikki neyðugur fyri at hava eitt gott summar. Vit ynskja at vísa á, at uttan rúsin kann man uppliva alt, stuttleika sær júst, sum man annars hevði gjørt, ansa eftir einum sjálvum og teimum, man elskar, og samstundis vera 100% til staðar. 

Liv Lívið arbeiðir fyri, at upplýsa ung um vandarnar í at drekka, og er Rúsfrítt Summar eitt av mongu átøkunum hjá Liv Lívið. Átakið sá dagsins ljós í 2017, og hava mong síðani tá tikið av avbjóðingini. Millum annað sóu vit í fjør, at hundraðtals fólk tóku av avbjóðingini, og valdu eitt rúsfrítt summar. 

Eitt rúsfrítt summar merkir ikki, at man ikki kann hava tað eins stuttligt á festivalunum og øðrum tiltøkum. Liv Lívið arbeiðir alla tíðina við, at menna nýggj alternativ til rúsdrekka, millum annað við drykkum, sum fólk kunnu gera heima við hús. Vit hava fyrr, saman við Gutta Winther og RFF ment drykkirnar 'Heilt appilsinfrían' og 'Sýrutripp', og koma vit aftur í ár út við einum nýggjum frískum drykki. Afturat hesum hevur Liv Lívið eina rúsfría barr, sum verður á øllum føroysku festivalunum í summar. 

Ein av mátunum, sum man kann taka av avbjóðingini er, at leggja eina rammu á vangamyndina á Facebook, sum sigur "Eg velji eitt Rúsfrítt Summar" - hendan er at finna á síðuni hjá Liv Lívið. Eisini er møguligt at fara á heimasíðuna hjá Liv Lívið - Livlivid.fo - og tekna seg til rúsfrítt summar, og síggja ymsu rúsfríu drykkirnar hjá Liv Lívið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo