Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin í Tórshavn, vísir enn einaferð á eitt lyftisbrot - hesaferð var yvirskriftin í grein í Sosialinum 11. august: “Øll neyst skulu kunna hava íbúð á loftinum.”

Blekkið var nóg illa tornað á pappírinum, so kom forkvinnan í Byggi- og býarskipanarnevndini, hon sum ávirkar Boga, og sigur, at tað er púra óneyðugt Bogi, at tosa um hetta nú og minnir hann á fundin í Teknisku Nevnd tann 7. november 2017 og í Byggi-og býarskipanarnevndini 8. november 2017, har júst Marin Katrina Frýdal og Bogi Andreasen feldu eitt mál um at broyta byggisamtyktina, so bygging av íbúðum á neystaloftum kundi lata seg gera Niðri á Bakka á Velbastað - sí samtyktina her:

Tekniska Nevnd 7. november 2017: “Ein meiriluti, Jákup Dam, Marin Katrina Frýdal og Bogi Andreasen, samtykti at taka undir við tilmælinum (um ikki at taka undir við at broyta byggisamtyktina). Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson og Annfinn Brekkstein, mælir til at broyta byggisamtyktina.”

Byggi- og býarskipanarnevndin 8. november 2017: “Ein meiriluti, Marin Katrina Frýdal, Jákup Dam og Bogi Andreasen, samtykti at taka undir við tilmælinum (um ikki at taka undir við at broyta byggisamtyktina). Ein minniluti, Tróndur Sigurðsson, mælir til at broyta byggisamtyktina.”

Staðbunda nevndin fyri Kirkjubø og Velbastað metti á fundi 21. november 2017, at grundarlag var ikki fyri at nokta at broyta byggisamtyktina.

Hví hálsar Bogi Andreasen um nú og hví hevur hann ikki avgreitt málið, nú hann hevur latið alt vald upp í hendurnar á Tjóðveldinum, sum meira og minni hevur stýrt honum í skjótt 4 ár.

Tað er ógvuliga sjónligt, at hetta málið onga raðfesting hevur havt politiskt hesi 4 árini hjá sitandi býráðssamgongu og Boga Andreasen.

Tí er hetta útspælið frá Boga Andreasen reint valflesk og panikkur - og onki annað.

Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo