Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Mynd: Lorenz Weisse

Sjálvboðin til arbeiðis á gomlu varðagøtuni ímillum Hellunurnar og Fuglafjørð. Gøtan bleiv ruddað og ábøtur vórðu gjørdar á henni. Mynd: Lorenz Weisse

Mynd: Lorenz Weisse

Mynd: Lorenz Weisse

Mynd: Lorenz Weisse

Sjálvboðin til arbeiðis á gomlu varðagøtuni ímillum Hellunurnar og Fuglafjørð. Gøtan bleiv ruddað og ábøtur vórðu gjørdar á henni. Mynd: Lorenz Weisse

Mynd: Lorenz Weisse

Visit Faroe Islands: Fyri aðru ferð í ár hava Visit Faroe Islands, kunningarstovur og kommunur havt átakið “Closed For maintenance.” Hesaferð vóru tað 53 sjálvboðin frá 20 ymiskum londum sum luttóku saman við áleið eins nógvum føroyingum.

Talan var um 9 ymiskar verkætlanir kring landið: Funningur, Hellurnar, Klaksvík, Tjørnuvík, Miðvágur, Hestur, Nólsoy, Skúvoy og Trongisvágur.

Kunningarstovur og kommunur hava fyriskipað hvør sína verkætlan við góðari hjálp, vistveiting og gisting frá teimum lokalu.

Flestu verkætlanirnar snúðu seg um at umvæla og uppmerkja gonguleiðir úti í haga, men eisini vóru einstakar verkætlanir, ið savnaðu seg um at gera væl umtókt útssýnistøð tryggari, at endurreisa niðurfalnar varðar á bygdagøtunum og at seta upp skelti, ið leiða ferðafólk á rætta leið. Yvirskipaða endamálið við øllum verkætlanum er at gera farleiðirnar tryggari og betri at ganga eftir, og á tann hátt virka fyri eini væl skipaðari ferðavinnu kring landið.

“Aftur hesaferð er tað ein fragd at síggja, hvussu nógv kann koma burturúr uppá bara tveir arbeiðsdagar, tá arbeiði er lagt væl til rættis og tá fúsar hendur eru til taks at fremja arbeiði í verki. Lokalu fyriskipararnir eiga allan heiður uppibornan fyri at taka sær so væl av sjálvbodnu arbeiðsmegini og tryggja, at øll fáa eina ógloymandi og stuttliga uppliving, samstundis sum tey eisini fáa nakað veruligt at skafti, sum er okkum øllum ein ágóði” sigur Jóhan Pauli Helgason, menningarleiðari á Visit Faroe Islands, og heldur fram:

“Closed for Maintenance er vorðið ein afturvendandi snúðningsdepil í arbeiðinum at skipa ferðavinnuna í Føroyum enn betri. Smáar viðbøtur úti í náttúruni kunnu gera stóran mun, men tað kann vera torført at fáa gongd á arbeiðið. Closed for Maintenance er vorðið slíkt høvi; ein deadline sum vit øll ið arbeiða við ferðavinnumenning brúka sum ýti, tá vit fyrireika árið.

Í vár verður aftur skipað fyri átakinum Closed For Maintenance, og tá eru allir føroyingar aftur hjartaliga vælkomnir at vera partur av felagsskapinum. Tað verður kunngjørt seinni, tá til ber at tekna seg.

Sjálvboðin til arbeiðis á gomlu varðagøtuni ímillum Hellunurnar og Fuglafjørð. Gøtan bleiv ruddað og ábøtur vórðu gjørdar á henni. Mynd: Lorenz Weisse

Mynd: Lorenz Weisse

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo