Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna bjóðar í morgin mikudagin vinnuni til workshop um grøna orka og eitt grønt Føroyar. Tiltakið, sum er á Hafnia, er frá kl. 10 til 15 og enn eru nøkur pláss eftir.

Í 2030 skulu Føroyar vera eitt 100% CO2 neutralt land. Hetta merkir, at í 2030 skal 100% av elorkuni á landi koma frá varandi orkukeldum, húsarhald og virki skulu hitast við grønari orku, og øll ferðsla skal somuleiðis verða fossilfrí. Somuleiðis skulu allir almennir nýbygningar hitast við varandi orkukeldum og eldri bygningar skulu orkueffektiviserast.

Freistin fyri tilmelding er í dag 10. mai, men enn eru nøkur pláss eftir, so tað er bara at melda til. Tiltakið er ókeypis. Tilmelding fer fram við at skriva til uv@torshavn.fo

Í mesta lagi 30 lutakarar og í mesta lagi tveir persónar frá hvørjari fyritøku kunnu melda seg til.

Tiltakið verður hildið í samband við Umhvørvisvikuna 2016, sum varpar ljós á veðurlagsbroytingar og grøna orku.

 Skrá
 10.00-10.15 Vælkomin v/Marius Müller, Tórshavnar kommuna
 Innleiðing til workshop v/Lau Blaxekjær, Fróðskaparsetur Føroya
 10.15-10.30 Framtíðarætlanir innan orkuøkið hjá Tórshavnar kommunu v/Marius Müller
 10.30-11.00 Menning av vørum og veitingum innan grøna tøkni og orku
 v/Jonas Crumlin-Clausen, Product Manager SEAS-NVE, Danmark
 11.00-11.15 Steðgur
 11.15-11.45 Samstarvsmøguleikar millum vinnu og kommunu innan grønar verkætlanir
 v/Louise Lyng Bojesen, Teknisk chef, Allinge kommune, Danmark
 11.45-12.45 Døgurði
 12.45-13.00 Framløga um verkætlan hjá Setrinum: Green Student-House
 13.00-14.30 Workshop um samstarvsmøguleikar innan framleiðslu av nýggjum vørum, loysnum og veitingum millum kommunu, universitet og vinnuna
 14.30-15.00 Vit taka samanum – liðugt!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo