Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í august mánað 2016 skrivaði eg eina grein á vp.fo har yvirskriftin var: sterk appel og boð til Guds fólk í Føroyum. Eg lýsti tá tað stóra fráfallið, ið ger seg galdandi millum tey kristnu í Føroyum. Men nú, gott og væl 3 ½ ár seinni, má eg bara staðfesta, at fráfallið frá Bíbliunnar ektaða Jesus og góða gamla evangeliinum er økt við rúkandi fer og styrki síðani tá.

Tá í 2016 gekk eg útfrá hesum skriftstaðið: ”Tá talaðu tey saman, tey, sum óttast HARRAN, og HARRIN lurtaði eftir og hoyrdi tað; fyri ásjón Hansara varð skrivað minnisbók um tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara.” Mal.3.16.

Eg vil undirstrika týdningin av at koma saman til eitt slíkt ”Tá talaðu tey saman” møti, tí fráfallið grípur um seg, sum skriftin forklárar grundiga. Líka frammanfyri eygu okkara hendir hetta, og tí mugu vit síggja at hetta rópið ”Farið út frá henni, fólk mítt” er átrokandi neyðugt.(Opinb.18.4) Við bert at tala útfrá teimum fýra evangeliunum, og Jesu virki frá dag til dag, og Hansara boðskap til teir burtmistu seyðir av húsi Ísraels sum søgulig fakta, viðgerð ikki endatíðina og hennara døpru veðurtíðindir.

Men við at hoyra ein skilagóðan og trúgvan tænara leggja út Jesu endatíðarinnar talu við profetiskum innliti um endatíðina útfrá Jesu orðum og ápostlanna orðum, so gerst tú vísur og klárar síðstu tíðina og strekkið áðrenn ”Brúðgómurin kemur”. Matteus 24 viðgerð tveir tænarar í endatíðini, og hvønn tænara ert tú undirlagdur? Ja, tað fer tíðin at vísa. Tí Kapittul 25 avdekkar hendan spurningin. Tær moyggjar, ið sovnaðu vóru undirlagdar tann ónda tænaran, men tær, ið róptu á midnátt, vóru tilhoyrandi tann skilagóða og klóka tænaran.

Hesi orð frá Malakias eru sera álvarsom. Tey lýsa tveir bólkar. Annar er við í aggresiva fráfallinum, meðan hin samlast um Harran og Hansara navn. Í Opinberingini kap.3 eru tvær paralellar endatíðarinnar samkomur, Filadelfia og Laudikea. Laudikea umboðar kvantitetin, men eisini fráfallið, meðan Filadelfia er veik antallsmessiga og við ongari menniskjaligari styrki, men hoyr hvat Harrin sigur um tey: “...tó hevur tú varðveitt orð Mítt og ikki avnoktað navn Mítt.”

Tað er tað, sum er krúnan á verkinum, tí í v.11 sigur Harrin: “Eg komi skjótt. Halt fast við tað, sum tú hevur, fyri at eingin skal taka krúnu tína!” Í endatíðini, líka innfyri Jesu afturkomu er ein flokkur av menniskjum, ið tala saman útfrá orðinum og navninum, “tey, sum óttast HARRAN og hugsa um navn Hansara.”

Mong av tykkum, ið lesa hetta bræv mugu bara acceptera, at mangt er broytt hesi seinastu árini – til tað ókenniliga. Um tú er Bíbilskt umvend/ur, so vilt tú sanna, at tað eg her skrivi er satt. Tað órógvar tína endurføddu sál at hoyra hesar religiøsu forkynnarar uttan opinberilsi og inspiratión. Lurta eftir óendurføddum, endurtakandi sangum og lovsangum, ið er skift út við góðar Bíbilskar sangtekstir. Náðigávur sum verða brúktar fyri at staðfesta forkynnarans egnu visjónir og dreymar.

T.V.prædikumenn og útvarpsrás, sum kroysta síðstu krónur úr lummunum hjá fólkið, og hesir somu fáa fría atgongd til samkomur her í Føroyum og halda áfram við sínum propaganda um at “sáa inní Guds ríki, so skalt tú verða grøddur”.

Evangeliið er ikki at kenna aftur. Onkur má tala at í hesi villunartíð. Vilt tú vera við at tala at, ella vilt tú halda áfram at stuðla og geva samfelagshond til fráfallið? Tíðin er stutt og sera kostbar. Spæl ikki russiska roulette við tína dýrabaru endurloystu sál, men søk samfelag við tey menniskju, ið halda “trúliga fast við læru ápostlanna og við samfelagið,...”

Josva, umleið 100 ára gamal sigur við fólk Ísraels: “...veljið í dag, hvørjum tit vilja tæna – gudunum, ið fedrar tykkara dýrkaðu hinumegin Ánna, ella gudum Amorita, í hvørjum landi tit búgva! Men eg og hús mítt, vit skulu tæna HARRANUM!” Josva kennir á sær, at fólkið er tvídeilt í síni dýrkan, at fráfallið hevur gripið um seg. Hendan talan avslørar fólkið og avslørar Josva. Títt hús, hvat representerar tað? Vel tú eisini ídag. Reis teg og gev til kennar at tú ert tilhoyrandi hús Josva. Rist fráfall-støvið av tínum skóm! Rív tjaldhælarnar upp úr jørðini! Sig farvæl við Bábylon!

Seinast innbjóðilsi ljóðaði frá mær tókst tú ikki ímóti. Kanska tí at tú ikki tá sá álvarsemi í tí eg skrivaði, og tú sá tað ikki at vera átrokandi neyðugt. Men tú sannar nú atlíkavæl innast inni, at tú burdi. Men kennir tú teg drignan og glaðan um hetta álvarsama innbjóðingarbræv, ger so ikki sum Lot gjørdi á sinni: “hann drálaði”, men tak ímóti “einglahond”, sum kann skunda undir teg, so tú ikki skal rámast av dóminum yvir gudloysinum. Bið yvir hesum og legg tað fram fyri HARRAN!

Kennir tú teg drignan at hesum innbjóðilsinum, so fara vit at hava eitt “Tá talaðu tey saman” møti, og til hetta møtið verður givin tær møguleika fyri at tú kann koma við tí, sum Gud hevur lagt á títt hjarta. Sig hetta við tínar vinir og lat hetta róp koma fyri oyrunum á mongum!

Intiativið til hetta møtið í Mal.3.16. má ein fyrst hava tikið stig til. Ein fekk hendan tankan og hetta varð so realisera til eitt fastsatt møtið. Vilt tú vera við til eitt møtið, har HARRIN er tilstaðar og lurtar eftir? HARRIN hevur sína minnisbók. Hann noterar í endatíðini um leivdina av menniskjum, sum Hansara navn er nevnt yvir. Tað er álvarsamt!

Hetta “Tá talaðu tey saman” møtið verður tann. 19. Apríl 2020. Kl.19 á Suðurrás 12, Tórshavn.

Vegna tey, ið óttast HARRAN!

Hallur Sørensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo