Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Ávirkanin av enskum á føroyskt talumál er stór, og hon er serliga stór í málinum hjá børnum og ungum. Tað staðfestir enn ein kanning, hesa ferð ein kanning, sum Lena Jacobsen, Rebekka á Neystabø Jacobsen og Karina I. Sivertsen hava gjørt í sambandi við bachelor-ritgerð á Námsvísindadeildini.

Rebekka á Neystabø Jacobsen og Karina I. Sivertsen lesa til lærara á fjórða ári. Setningurin, tær settu sær fyri at kanna, var, hvørja ávirkan enskt hevur á føroyskt talumál, og hvør málstøða ger seg galdandi millum fólkaskúlanæmingar. Tær vitjaðu í fýra skúlum og gjørdu lurtikanningar og eygleiðingar í fleiri næmingabólkum umframt samrøður. Harafturat gjørdu tær spurnabløð; 2700 svaraðu spurnablaði, sum tær løgdu á facebook. Eisini svaraðu nógv spurnablaði, sum tær sendu fólka- og miðnámsskúlum.

- Fyri at koma tætt at gerandismálinum hjá børnum, gjørdu vit kvalitativar kanningar. Tað hevur eisini týdning at finna út av, hvussu tilvitaðir ella varugir næmingar sjálvir eru við ensku orðini í talumálinum hjá sær, og tí gjørdu vit eisini eina kvantitativa kanning, ið næmingarnir sjálvir stýrdu ígjøgnum eina viku. Vit ætlaðu upprunaliga bara at savna okkum um miðdeildina, helst 6. flokk, men av tí at summir flokkar í summum skúlum eru settir saman av næmingum úr fleiri árgangum, kom kanningin at fevna um næmingar úr 4.-7. flokk. Vit skipaðu kanningina á tann hátt, at vit valdu átta skúlar út og hongdu uppsløg upp á veggin í flokshølunum. Næmingarnir skuldu sjálvir skriva tey ensku orðini, ið tey løgdu til merkis í sínum talumáli, á uppslagið, siga Lena Jacobsen og Rebekka á Neystabø Jacobsen.

Sum heild vísa kanningarnar, eygleiðingarnar og samrøðurnar, at ávirkanin av enskum á talumálið hjá hesum aldursbólkinum er ógvuliga stór. Tað eru serliga ensk navnorð, ið tey ungu taka til í talumálunum; neiligu ískoytisorðini fylla tó eisini nógv. Dømi um neilig ískoytisorð eru sad, lost, loser, no, sorry, shit, idiot, bullshit, damn, ass, fail, who cares, drop it og stupid.

- Tá ið vit lurtaðu eftir teimum ungu, løgdu vit til merkis, at tað var mest í fríspæli, at tey tóku ensk orð upp í málið, tað vil siga, tá ið tey høvdu fríkorter og annars í vanligum práti millum næmingar. Ensk orð vórðu flættað upp í ein føroyskan setning. Vit hoyrdu fleiri dømi um, at næmingar valdu ensk orð fram um eitt púra vanligt føroyskt orð. Í tímunum hoyrdu vit ikki nógv ensk orð, ivaleyst, tí at lærarin hevði orðið fyri ein stóran part.

Í spurnakanningunum valdu tær at kanna, um tey ungu velja orð á enskum ella øðrum máli fram um føroysk nýyrði.

- Tey taka ensk orð upp í málið alla tíðina, í minni mun heilar setningar, og ensku orðini verða úttalað á enskum.

Tað er ikki lætt at siga nakað eintýtt um, hvat tað er, sum ger, at børn og ung velja at brúka ensk orð í staðin fyri føroysk. Lena Jacobsen og Rebekka á Neystabø Jacobsen halda, at ein orsøk ivaleyst er, at tey ikki vita, hvussu tað eitur á føroyskum. Ein onnur helst meiri hugsandi orsøk er, at tað er uppi í tíðini at taka til ensk orð.

- Børn og ung halda ikki altíð, at tað føroyska orðið rúmar tí, sum tey vilja siga; tað enska orðið lýsir betur tað, tey vilja siga, halda tey. Tað føroyska orðið kann virka fremmant, tí tey ikki hoyra tað so ofta, ella tí tey ikki hava hoyrt tað fyrr, og tað enska orðið liggur fremri í minninum, nevniliga tí at tey hoyra tað oftari. Høvuðsorsøkin til, at tey taka til ensk orð fram um føroysk, er, at tað er móti at brúka ensk orð, og tað er ókul at tosa ógvuliga føroyskt.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2019

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo