Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

(mynd: Johild Grothsdóttir Nolsøe)

(mynd: Johild Grothsdóttir Nolsøe)

(mynd: Johild Grothsdóttir Nolsøe)

Líka ræðandi, sum tað var seinasta juli at síggja áarførið í Týskalandi, líka órógvandi var tað um nýggjárið at síggja herviliga regnið í Dali.

Tað er vísindaliga staðfest, at hitin á jørðini økist og orsøkin er útlátið av vakstrarhúsgassum, serliga CO2. Av hesum hitnar atmosferan og jú heitari verður, jú meira vætu kann atmosferan rúma. Vit fara tí at fáa ikki bara at fáa meira regn og meira vind, men eisini meira ógvusligt regn og ógvusligan vind. Føroyar liggja mitt í Atlantshavinum, vatn er allastaðni rundan um okkum, so hetta er nakað, sum vit kunnu vænta serliga fer at raka okkum.

Tá ið atmosferan hitnar, hitnar havið eisini og vit síggja longu óhugnaligar avleiðingar av hesum. T.d. føra granskarar fram, at júst hetta er ein av orsøkunum til, at toskurin á Føroya Banka ikki kemur undan. Ein onnur, ikki óhugsandi avleiðing av veðurlagsbroytingunum, er stóra fellið, sum er í alivinnun, sum kann koma at hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri Føroyar.

Døpur útlit eru fyri framman og FNU heitir á Landsstýrið um at taka veðurlagsbroytingarnar veruliga í álvara og seta ferð á grøna orkuskiftið. FNU heldur, at Jarðfangi skal gevast at bjóða Føroyar fram til oljuleiting, og at Landsstyrið skal lýsa Føroyar sum øki, har ikki meira verður leitað eftir olju, just sum Grønland hevur gjørt.

FNU, 08 Januar 2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo