Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað árliga almenna tiltakið, sum skúlastýrið í Skála skúla fyriskipar, verður týskvøldið 17. november klokkan 19.00.

Umframt at skúlastýrið greiðir frá um sítt arbeiði, so er vanligt at gestir luttaka og kunnað um eitthvørt evni.

Ein nýggj trivnaðarverkætlan verður í hesum døgum roynd á skúlum og í dagstovnum í Runavíkar kommunu, Eysturkommunu og í Hvannasunds kommunu.

Tað er SSP-samstarvið, sum er farið undir eina nýggja trivnaðarfremjandi skipan við heitinum: Tiltøk í Tøkum Tíma - stytt TÍTT.

Støðan hjá einstaka barninum verður lýst við trimum litum á einum trivnaðarskjali: grønum, gulum og reyðum. Tá barnið trívist, er støðan grøn. Eru tað hin vegin viðurskifti, sum undra starvsfólkini, verður guli liturin nýttur. Og hava tey orsøk at vera stúrin, kann støðan gerast reyð. Hetta er eitt amboð, sum starvsfólk á kommunalu stovnunum royna í verki í hesum døgum.

Óli Rubeksen, SSP-ráðgevi greiðir frá TÍTT-verkætlanini.

Eisini vitjar Jákup Foldbo, leiðari á sosialu deild í Runavíkar kommunu, og fer at greiða frá barnaverndarskipanini sum heild.

Fundurin verður í Skála skúla týskvøldið klokkan 19.00. Skúlastýrið í Skála skúla bjóðar drekkamunn og sigur, at fundurin er ókeypis og almennur. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo