Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

(mynd av heimasíðuni hjá kommununi)

(mynd av heimasíðuni hjá kommununi)

(mynd av heimasíðuni hjá kommununi)

Miðstovnurin hevði kreppufund í Posthúskjallaranum fríggjadagin 7. mei klokkan 16.00, eftir at Asta í Toft hevur sagt seg úr starvi vegna trupulleikar við eindarleiðsluna. Á fundinum bjóðaði Trivnaðarstjórin, Jóan Petur Hentze, vælkomin og greiddi frá, at hann IKKI hevði ábyrgdina av Miðstovninum. Við á fundinum var eisini eindarleiðarin, sum var rættuliga tigandi.

Fleiri foreldur vóru ørkymlaði og onnur grótu. Øll foreldur vóru tó samd um, at børn okkara verða ikki ansaði! Og tað er bert ein orsøk til hetta: manglandi fígging til Miðstovnin! Foreldur vístu á, at teirra 2 og 3 ára gomlu børn ganga einsamøll í býnum og í SMS, uttan at nakar hevur varnast at tey eru farin. Børn koma til skaða í garðinum, tí einki spælipláss er innrættað til endamálið at reka dagstovn.

Trivnaðarstjórin legði dent á, at einki var galið við fíggingini á stovninum. Men veruleikin er, at stovnurin hevði í 2020 eina játtan á 6,1 mió kr., og hendan játtan røkkur IKKI til tey 15,3 starvsfólkini í so annars alternativa excellarkið hjá Trivnaðarstjóranum vísir. Stovnurin hevur eina játtan, ið røkkur til 12,76 starvsfólk – uttan leiðara og uttan reingerðing! Eisini eru børn við serligum tørvið á stovninum, men stovnurin fær onga eyka játtan fyri hesi. Harumframt fær stovnurin ongan eyka pening, um fólk gerast sjúk, soleiðis at stovnurin kann fáa vikarar, uttan so at talan er um langtíðar sjúkramelding yvir 3 vikur. Hetta er beinleiðis óskiljandi, tá ið tað jú er ein almenn sannroynd, at tað er á dagstovnaøkinum at flestu umfarssjúkur eru í umferð!

Foreldur vístu á, veruliga normeringin í barnagarðinum eitur 1:10, ið merkir at tað er ein vaksin pr. 10 børn. Harumframt er Miðstovnurin í støðugari broyting, og hølir skifta frá degi til dags. Í dag er matarsalurin t.d. í einum øðrum húsið, og hetta merkir at 30-40 børn skulu skifta hús fyri at eta matpakka!

Trivnaðarstjórin vísti eisini á, at hann ongantíð hevur hoyrt um, at tað manglaði fígging til starvsfólk á Miðstovninum. TAÐ helt eg persónliga vera undarligt, tá ið eg í mars mánaða havi kært júst um hetta til Tórshavnar Kommunu, samstundis sum eg tá greiddi frá, at eg havi staði einsamøll við 5 børnum í einari stovu, tá ið eg var við dóttur mínari til innkoyring. Eitt annað, eg legði til merkis undir innkoyringini var, at eg fekk rættuliga nógv klemm og fleiri børn settu seg hjá mær, hóast tey aldri høvdu sæð meg fyrr. Nú veit eg, at tey hava mangla nærveru, og hava ikki havt møguleikan at finna hana aðrastaðni.

Sum foreldur ynski eg, at Tórshavnar kommuna leggur frá sær arrogansuna! Pilatus-agtigi framferðarhátturin við at tváa sær hendurnar og tveita ábyrgdina frá sær er lítið sømiligur! Vit eru ikki í New York. Ella øðrum metropolum! Vit eru í Havn!

Hvar eru tey vaksnu? Ja tey vaksnu í býráðnum hava eyðsýniliga ikki skilt trupulleikan á gólvinum, og tí verða uppfunnin sokallaði pseudostørv, ið onga veruliga funktión hava.

Og hvar eru tey vaksnu á stovunum? Tey geva upp – tí eingin lurtar eftir teimum.......

Lat okkum fáa tað menniskjansliga aspektið aftur í hásætið. Astu. Asta ER Miðstovnurin, og um Eindarleiðslan má fella, so lat hana fella fyri Astu og øðrum dugnaligum stovnsleiðarum í Tórshavnar Kommunu! Tað hevði verið stórt at uppliva eina kommunu, sum megnaði at taka í egnan barm og viðurkenna, at skipanin við Eindarleiðslu slettis ikki var rætta svarið fyri dagstovnaøkið!

Har er einki at ivast í, at starvsfólkini á Miðstovninum eru dugnalig, men uttan Astu og uttan játtan, hava tey ikki ein kjans!

Louise Restorff Jacobsen
Mamma Miru, ið gongur á Miðstovninum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo