Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Í 2019 vóru 31.667 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 85,4% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ár. Tølini fyri 2019 vísa, at vinnutíttleikin í Føroyum er tann størsti í Evropa, við Íslandi næst aftanfyri. 

Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum.

Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.200 fólk uppringd, ung sum eldri.

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Tú kanst lesa meira um kanningina her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo