Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Børn lesa alsamt minni, men gentur lesa framvegis meiri enn dreingir, bæði í Føroyum og í Danmark; kynsmunurin í Danmark er tó minkaður samanborið við eldri kanningar, ikki tí at dreingir lesa meiri, men tí at gentur lesa minni.

Hyggja vit at bólkinum av næmingum í Føroyum, sum lesa ofta bøkur í frítíðini, tað vil siga lesa fleiri ferðir um vikuna, so er stórur munur á kynsbýtinum í Danmark samanborið við í Føroyum.

Av gentunum í Danmark, sum lesa, eru 68 % fleiri í bólkinum, børn, sum lesa ofta, tað vil siga ídnir lesarar. Gera vit somu samanbering fyri dreingirnar, so er munurin uppaftur størri; tað eru tvífalt so nógvir dreingir í Danmark í bólkinum børn, sum lesa ofta, samanborið við í Føroyum. Við øðrum orðum er kynsmunurin væl størri í Føroyum enn hann er í Danmark.

Vit síggja í kanningini týðiligt samband millum stóra nýtslu av talgildum miðlum og lítlan áhuga at lesa.

Er fólkaskúlin ein gentuskúli?
Javnan kyknar kjak um, hvørt fólkaskúlin er vorðin ein meiri gentuvinarligur skúli enn ein skúli, sum møtir dreingjunum út frá teimum fortreytum, teir hava.

Kanningin av lesivanunum staðfestir, at tað er ikki einki um hetta, at skúlin møtir gentunum betur samanborið við dreingirnar, og at hetta er týðiligari í Føroyum enn í Danmark; dreingir eru eftirbátur ikki bara, tá ið talan er um at lesa, men eisini á øðrum økjum við, til dømis fáa teir minni hjálp til skúlating, teir hava eina verri fatan av skúlanum og lærarum enn gentur, teimum dámar verri at ganga í skúla enn gentur og so framvegis.

Ivaleyst er hesin spurningurin meiri samansettur enn so; ein hugsan kann vera, at virðini í samfelagnum eru meiri í samsvari við tað genturnar standa fyri; onkursvegna tykist tað meiri í lagi, í øllum førum vanligari, at dreingir ikki tíma at lesa ella ganga í skúla, enn at gentur ikki tíma.

Í og við at hugburðurin er, at tað er í lagi, at dreingir ikki tíma at lesa, so verður tað eisini góðtikið, at soleiðis er tað bara.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo