Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

VP hevur fleiri ferðir seinasta hálva árið spurt seg fyri hjá ákæruvaldinum, um skattamálið hjá Eik Banka.

Løgreglan hevur verið sera beinasom at svara fyrispurningunum og hvørja ferð hevur svarið verið, at arbeitt verður við málinum og at ein avgerð er væntandi í næstum.

Longu í november 2017 hevði skattamálið, sambært táverandi fúta, ”høj prioritet”.

Í november 2019 skuldi avgerð takast fyrst í komandi ári (2020).

Í januar í ár varð málið útsett til februar.

Síðani varð bíðað eftir einum endaligum notati frá SØIK. Hetta notat fekk løgreglan 6. mars og so skuldi ein avgerð fella.

Men seinni segði løgreglan, at korona hevði órógvað skattamálið.

Seinast í mars boðaði løgreglan kortini frá, at ein avgerð væntandi varð tikin innan fýra vikur.

24. apríl var henda ”freistin”, sum løgreglan hevði sett sær sjálvum, farin.

Tá ásetti løgreglan sær nýggja ”freist” til ”ultimo uge 19 eller primo uge 20”.

Men nú vit eru langt úti í viku 20 er henda ”freistin” eisini farin og einki hoyrist frá ákæruvaldinum.

Hetta fær mong at illteinkja løgregluna at ræðast skattamálið.

Í februar skrivaði Jens Chr. Hansen eina grein í Berlingske um skattamálið. Her umrøddi danski journalisturin ”politiets berøringsangst”.

Vit kunnu bert staðfesta, at her tykist ikki at rugga rætt.

Løgreglan hevur mangan víst á at skattamálið er ”særdeles kompliceret”.

Men aftaná trý ár ber ikki so væl til at krógva seg aftanfyri slíka undanførslu.

So fløkt er hetta málið neyvan.

Men hví er fútin møguliga bebbaræddur fyri skattamálinum?

Hvat er at ræðast?

KVF og bókin Svik hava ”staðfest”, at Eik Banki framdi grov og revsiverd lógarbrot.

Var málið so einfalt sum ”óhefta” KVF og Svik siga, hevði ákæra verið reist fyri langari tíð síðan.

Men málið mann neyvan vera so einfalt, sum okkara ”upplýsingarstovnur” KVF hevur gjørt tað til.

Løgreglan hevur tvinnar kostir í at velja og hvørgin er mjúkur.

• Ákæra verður reist, men grundarlagið undir ákæruni er alt ov veikt og heldur ikki í rættinum.

• Løgreglan ræðist avleiðingarnar av at ákæra ikki verður reist. Væntast kann, at ”fólkafylkingin SVIK” fer at leggja løgregluna undir at halda hond yvir lógarbroti og so byrjar eitt nýtt miðlashow um skattamálið. Hesaferð fer tað ikki at vera TAKS ella Eik Banki sum koma at standa fyri skotum, men kanónirnar verða vendar móti ákæruvaldinum.

Fylkingin aftanfyri SVIK hevur savnað undirskriftir at senda fútanum við kravi um ákæru.

Leysasøgur vilja eisini vera við, at fylkingin hevur sent nógv tilfar um skattamálið til løgregluna.

So tað skortar neyvan uppá fólk ið vilja ”hjálpa” fútanum í hesum máli.

Kanska metir fútin málið nú sum eitt val millum pest og kolera.

Um so er, er væl skiljandi, at fútin ynskir at bíða sum longst og helst ynskir skattamálið har piparið grør.

Fyri løgregluna hevði tað kanska verið best at øll gloymdu skattamálið.

Hetta er so bara gitingar.

Men okkurt baggar í hesum løgna máli.

Nógv bendir á, at ákæruvaldið rennur undan ábyrgd í skattamálinum.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo