Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nær er nokk oyðsla uppá gamlar bygningar sum ikki kunnu nýtast til annað enn eitt stórt, flott og gott nýttársbál?

Hví hugsa tit ikki frameftir og nýta hattar stóra stykkið til eina stóra, góða og framtiðar hóskandi útbygging av KS?

Ein nútíðar/framtiðar hóskandi flottan bygning við brúgv/tunli yvir i tann gamla, og so tað sum nú einaferð er hugsandi framyvir av nútimans og framtiðar tøkni og útgerð til tey næstu 10-30 árini?

Tað er so langt úti av leið, at eg finni ikki útav at seta orð á hettar tvætli sum nú kemur fram um at renovera hattar gamla gula læknahúsið, so besta eg fann var «nýttársbál».

OMG ( Oh my God) hettar er langt úti at hettar kemur fra einum tinglimi sum býr i Klaksvik. Og sum um tað ikki var nokk, so sær út til at landsstýrismaðurin, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur svarað Eyðgunn Samuelsen, at hettar arbeiði er útboðið komandi år.

www.vp.fo/news/arbeiðið-at-dagfoera-gula-husið-boðið-ut-i-2022

Klaksvikin veksur skjótt, hugsi eg sá 5400 nú ein dagin, nógvar útbyggingar ymsastaðni runt um i býnum, og so ikki hugsa um at sjúkrahúsið fær størri og betri umstøður framyvir sum nøktar tørvin i Norðoyggjum?

Tit  (landsmynduleikar og kommuna) fortseta at nýta skattapening uppá gamlan lort, og tað eru fleiri gamlir lortar runt um i býnum, Faktorshúsini, sum standa mitt á vegnum og tálma trafikkinum, eitt sera farligt øki at møta bilum, og tú kanst ikki ganga har á gongubreytini uttan at tú næstan verður niðursligin av speglinum á bilum sum koyra framvið har. Eitt sera farligt stað.

Og sum um tað ikki var nokk, so stendur beint niðanfyri eitt gamalt lort av einari smiðju, «Idni», sum bert samlar regnvatn ígjøgnum øll hasi holini ella kanska betri sagt, hattar stóra holið i takinum.

Um Essan skal goymast, so flyti hana har hon nu einaferð kann hugsast at standa til framsýning. Slætta ovaru hædd niður á vegahædd, so tað verður koyrandi.

Álvaratos, einki av hesum trimun eg havi nevnt omanfyri kann nýtast til nakað fornuftigt, bara skattapening upp i royk. Var betri nýtt til fýrverk, so øll fingu eitt upplivilsi i ein ½ tima.

Vakni nú Klaksvikingar, nú hava vit ein borgarstjóra sum letur til at hava skil á peningastreyminum, so nú er at koyra á hann og faa okkurt fornuftigt burturúr.

Kári Vitalis

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo