Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrst ein sólskinssøga um telerisan Huawei í ÚF-tíðindinum kl. 10 í morgun.

Hugsaði við mær sjálvum, hettar var ein løgin tíðindastubbi?

Men so kom sendingin “Pressan”. Sendingin var uppbygt við ymiskum óhepnum upptøkum sum KVF hevði fingið til vega.

Og samrøðu við forkvinnuna í KVF-nevndini, har hon m.a. legði dent á at KVF bar óheft og væl undirbygd tíðindi?

Til seinast í sendingini kom so ein, í mínari verð litaður samankliptur stubbi, um hví KVF hevði brotið fútabannið.

Tað sum ikki var við í hesum stubbanum, var brotið, har KVF-stjórin sigur seg fara at seta eina kanning í verk, fyri at finna lekan, sum var farin úr KVF til almenningin.

Tá fall sólskinssøgan um telerisan Huawei upp á pláss.

Men hvussu gongur við kanningini hjá KVF-stjóranum, er lekin funnin?

Lurtari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo