Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í útvarpstíðindunum á middegi 1. november var løgmaður endurgivin fyri at hava sagt fylgjandi:

”Samgongan hevur sett sær fyri at menna og styrkja ríkisfelagsskapin……og vónandi kann fundurin(við Mette Fredriksen) verða byrjanin til eina tilgongd, har vit seta ferð á hetta arbeiði..”

Havi nærlisið samgonguskjalið og dugi ikki at finna eitt orð, har sagt verður, at ”samgongan hevur sett sær fyri at styrkja og menna ríkisfelagsskapin” – og mær vitandi, finst einki ”undirskjal”.

Um løgmaður er rætt endurgivin, so havi eg tørført at ímynda mær, at hansara úttalilsi botnar í tilsøgn frá hinum báðum samgonguflokkunum!? Sostatt hevur hann ikki nakra ”samgongu paralmentariska” heimild at fara undir slíkar samráðingar.

Skal farast út um samgonguskjalið, so haldi eg, at tíðin er komin, at taka upp samráðingar um, í sátt og semju, at ”avvikla” rikisfelagsskapin og kundi tann spurningurin hóskandi verið at tikið upp í samband við vitjanina hjá Mette Fredriksen.

Uttan iva finst meiriluti í samgonguni – og á tingi - fyri tí.

Tordur J. Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo