Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Rákin í munninum hjá hyggjaranum er helst ymiskur eftir at Kringvarpið vísti sendingina "Gud signi Føroyar", tí hon vísti ikki bara virksemi í samkomuni Keldan, men eisini tók hon fram okkurt, sum var púra óneyðugt til tess at lýsa hennara virksemið.

Til dømis var ein persónur lýstur, sum var "komin út úr skápinum" og hetta hevði havt vanlukkuligar fylgjur fyri persónin.

Hann hevði havt leiðandi leiklut í samkomuni, og var so seinni farin úr samkomuni, tí hann var komin "út úr skápinum".

Samvitskan fekk fastatøkur á viðkomandi manni, sum fyrst hevði snýtt seg sjálvan, so samkomuna og fyrrverandi konuna, men sum sendingin so gjørdi til martýr.

Sendingin legði upp til, at tað var samkoman sum hevði biðið hann fara úr samkomuni. Kortini so kom ikki heilt greitt fram, um hann ikki hevði fingið hildið fram har sum vanligur møtigangari, ella um samkoman hevði noktað honum ein leiðandi leiklut, og tí noktaði honum hesa týðandi uppgávu í samkomuni.

Tað átti sendingin at víst greitt og týðiliga, serliga tá ið hetta var sett upp ímóti, at viðkomandi persónur seinni fór at ganga í kirkju, og har fekk hjartaliga móttøku.

Nú skuldi hyggjarin fáa ta fatan, at viðkomandi var gippaður út úr Kelduni, og so hálvsfevndur av fólkakirkjuni.

Men er hetta sambæriligt, tá ið talan er um eina fríkirkju mótvegis fólkakirkjuni?

Ikki haldi eg tað.

Eitt annað evni sum eisini varð tikið upp í sendingini, var tað fíggjarliga økið. Her var leitað eftir eini gølu í pengaflutningi, og hyggjarin fekk kunnleika um, at samkomuleiðarin var giftur við systir ríkasta mann í Føroyum.

Vitjað var eisini á skrivstovuni hjá TAKS, til tess at fáa at vita, hvussu nógvur laksapeningur streymaði inn í Kelduna, men TAKS hevði onga heimild at kunna dokumentaristin um tað.

Um so var, so hevði gongutúrurin hjá dokumentaristinum, stórsligni túrurin inn í Miðbýin í kremlittum yvirfrakka, helst verið 10 minuttir, ístaðin fyri teir 5.

Hatta var so tann gølukenda síðan í sendingini, og vísur hon, at tað ongantíð er ráðiligt, at lata ein úlv ansa eftir einum høsnaflokki.

Tann besti parturin í sendingini, umframt allan lovsang og øll tey positivu og fegnu andlitini, var kanningin sum Kringvarpið hevði fingið Lóður at gjørt.

Ein sera áhugaverd kanning, sum dokumentaristurin ikki visti gav hon ein kaldan vøtt frammaná.

71 prosent av norðingum og eysturoyingum trúgva á ein Gud. Bara 44 prosent trúgva tí í høvuðsstaðarøkinum.

Dokumentaristurin undirstrikaði, at karismatiska rørslan bygdi nógv á, at ein trúgvandi eisini fær framgongd í lívinum, og tú kundi fáa ta fatan, at dokumentaristurin helt hánt um tað.

Men hvussu síggja Føroyar út, kundu vit spurt.

Hvar er mest vinnuvirksemið?

Er tað ikki júst í Norðoyggjum og í Eysturoynni at virðini verða skapt?

ólavur

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo