Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Javnaðarflokkurin sigur seg ikki kunna samstarva við Fólkaflokkin. “Flokkarnir liggja ov langt frá hvørjum øðrum politiskt,” sigur Aksel.

Men samstundis sigur Aksel, at hann ætlar ikki at broyta nakað av tí, sum Fólkaflokkurin hevur gjørt í hesi samgonguni.

“Tað er tørvur á stabiliteti,” sigur hann.

Tì spyrji eg: Er so langt millum flokkarnar, tá Javnaðarflokkurin fær góðtikið alt tað, sum Fólkaflokkurin hevur gjørt í hesi samgonguni?

Úr rúgvuni kann nevnast, at fiskurin er privatiseraður, bústaðir er privatiserað, SEV ávegis at blíva privatiserað, ójavnin øktur, fíggjarstýringin slept, osv.

Hvussu skal eg taka kritikkin hjá hesum “andstøðu” flokkinum seriøst, tá tey boða frá alment, at tey ikki ætla at rulla nakað av hesum aftur? 

Rókur Herup Olsen

Leinki til innslag við Aksel, har hann sigur at hann onki fer at rulla aftur:

https://kvf.fo/netvarp/uv/2021/08/29/fara-ikki-endavenda-llum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo