Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Í 2024 fer virksemið hjá Minesto eftir ætlan at kasta vinning av sær.

Minesto hevur onga skuld og byggir upp eina eginogn, so hvørt sum menningararbeiðið gongur framá.

Í 2024 fer virksemið hjá Minesto eftir ætlan at kasta vinning av sær.

Minesto hevur onga skuld og byggir upp eina eginogn, so hvørt sum menningararbeiðið gongur framá.

Tey sum keyptu partabrøv í svenska felagnum Minesto mánadagin kundu fríggjadagin fegnast um, at partabrøvini høvdu lagt áleið 28% afturat virðinum. Tað hendir eftir, at Minesto tók uppaftur arbeiðið við at byggja eitt orkuverk í Føroyum, sum skal framleiða elorku úr sjóvarfalsorku.

Men hóast kursurin bara hevur kent eina leið alla vikuna, so hendi størsta hækkingin í gjár, eftir at tað kom fram, at Minesto hevur skrivað undir samstarvsavtalu við Schneider Electric um at kommersialisera sjóvarfalsorkuna.

Um kursin á partabrævinum er annars at siga, at hann hevur ligið ímillum 6,50 og 2,50 svenskar krónur frá byrjan í november 2015, tá partabrævið varð børsskrásett og til ársbyrjan 2018, tá tað fór at gera nøkur stór sveiggj, til tað nú er endað á 26,5 SEK.

Tað eru tilsamans 128.715.788 partabrøv, og tískil er virðið á Minesto nú 3,4 mia svenskar krónur.

##med2##

Minesto væntar árligan vøkstur í vinninginum uppá 65%. Men tað er týdningarmikið at gera sær greitt, at Minesto higartil ikki hevur havt nakran vinning av rakstrinum, og at tað livir av innovatiónsstudningi og venturekapitali.

Tey sum gera íløgur í felagið taka tí stóran vága á seg - men hava hinvegin eisini útlit fyri góðum vinningi, um royndirnar bera á mál. Ætlanin er, at raksturin skal blíva positivur í 2024.

Sum er, hevur felagið pening á kistubotninum til rakstur í eitt ár. Tað merkir, at felagið alla tíðina skal hava pening tilførdan, og tað kann eisini vera sum tekning av nýggjum partapeningi, sum so aftur merkir, at ognirnar hjá verandi partaeigarum verða útvatnaðar samsvarandi. Júst nú stendur verandi partaeigarum í boði at tekna nýggjan partapening áðrenn 30. apríl í ár fyri 15,78 SEK fyri partabrævið.

Minesto hevur lítla ella onga skuld men byggir upp eina eginogn, so hvørt sum menningararbeiðið gongur framá.

Av somu orsøk er higartil heldur onki vinningsbýti útgoldið.

##med3##

Stjóri í Minesto er 51 ára gamli Dr. Martin Edlund. Hann hevur verið stjóri nærum síðani byrjan, og er eisini ein av stigtakarunum og eigarunum í felagnum. Hann fær stívliga 1,6 milliónir svenskar krónur í samsýning árliga. Umframt hann eru eisini Frederik Ahlstrom, sum er fíggjarstjóri, David Collier, sum er rakstrarstjóri, Bernt Westre sum er tekniskur stjóri og Magnus Matsson, sum er samskiftisstjóri.

Limirnir í leiðslubólkinum hava sitið í miðal 4,3 ár. Nevndin í Minesto er roynd, má sigast. Teir seks limirnir har hava sitið í meðal 11,2 ár og miðalaldurin er 58,5 ár.

Tað verður vanliga sagt, at tað er eitt keðiligt tekn tá nevnd ella leiðsla selur síni partabrøv. Gøran Linder, sum situr í nevndini, seldi um hesa tíðina í fjør 16.200 partabrøv fyri áleið 10,3 SEK stk - nakað hann kanska iðrar seg um í dag, nú kursurin er meira enn tað tvífalda av hesum. Tað ger tað ikki betri, at ongin í nevnd og leiðslu hevur keypt partabrøv seinasta árið. Tó so, Gøran Linder eigur framvegis 390.000 partabrøv í felagnum.

Nógv størsti eigaraskarðin, ella 99,3% eru vanlig fólk. 0,3% av felagnum eiga sonevndir "innsidarar" sum ofta er nevnd og leiðsla ímeðan institutionellir íleggjarar, pensjónsfeløg og líknandi, eiga 0,4%.

Umleið 60 fólk eru í starvi hjá Minesto.

Høvundurin eigur ongi partabrøv í Minesto, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis.

Í 2024 fer virksemið hjá Minesto eftir ætlan at kasta vinning av sær.

Minesto hevur onga skuld og byggir upp eina eginogn, so hvørt sum menningararbeiðið gongur framá.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo