Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í okkara grannalondum eru nógvar kanningar gjørdar um, hvussu sálarheilsan hjá fólki er - og hvat eykennir tey, ið hava ávikavist góða og minni góða sálarheilsu.

Í Føroyum vísir umfatandi kanningin “Hvussu hevur tú tað?”, ið Fólkaheilsuráðið hevur staðið fyri, at mong ung ikki hava góða sálarheilsu.

Hetta samsvarar við aðrar kanningar, ið eru gjørdar í øðrum vesturlendskum londum.

Í kvøld kl. 20 bjóðar KFS til online-fyrilestur og Q&A við Glynn Harrison um spurningin “Er tað ósunt sálarliga at trúgva á Gud?” Føroyar eru nógv ávirkaðar av kristnu trúnni, og spurningurin er, um hetta kann hava ringa ávirkan á okkara sálarheilsu. Ella kanska tað øvugta: at trúgvin á Gud kann hava góða ávirkan á okkara sálarheilsu?

Glynn Harrison er professari emeritus í sálarfrøði og psykiatri á Bristol University í Onglandi. Umframt at undirvísa virkaði Glynn eisini sum ráðgevandi psykiatari og leiðari á deildini fyri psykiatri. Glynn er virkin í kjakinum um trúgv, sálarfrøði og sálarsjúku og hevur skrivað fleiri bøkur, m.a. The Big Ego-Trip: Finding True Significance in a Culture of Self-Esteem .

Í kvøld fer hann at greiða okkum føroyingum nærri frá sínum sjónarmiðum um trúgv á Gud og
sálarheilsu. Aftaná svarar hann spurningum frá hyggjarunum.

Tiltakið verður stroymað beinleiðis á Youtube og á Facebook-síðuni KFS Føroyar.

Sí meira um tiltakið her: www.facebook.com/events/670953693587308

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo