Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Synergi: Sum undanfarin ár kunnu øll tilnevna Ársins Leiðarar. Vit hava fingið nógvar tilnevningar, við góðum grundgevingum at handa dómsnevndini, men vilja fegin hava tær seinastu við eisini. Hvør veit, kanska eru Ársins leiðarar júst millum seinastu tilnevningarnar.

Tað vildi verið spell, um tann leiðarin, sum tú heldur eigur heiðurin uppibornan, ikki fær møguleikan, tí viðkomandi ikki er tilnevndur. Kanska eigur tín leiðari at gerast Ársins leiðari 2020 ella kanska kennir tú onkran leiðara, sum tú heldur hevur uppiborið heiðurin? Tú hevur kanska áður tilnevnt tín leiðara, uttan at viðkomandi varð valdur? Gev viðkomandi møguleikan aftur í ár og send okkum tilnevning í seinasta lagi í dag.

Tú kanst senda tilnevning til Ársins Leiðarar 2020 bæði innan tað privata og almenna. Tú ert vælkomin at tilnevna fleiri. Einasta treytin er, at tað skal verða ovasti stjóri/leiðari á einari fyritøku/stovni/felag ella nevndarforkvinnu/-mann.

Dómsnevndin tekur endaliga støðu til, hvør er skikkaður, og hvørji verða kosin Ársins Leiðarar, ein innan tað almenna og ein innan tað privata.

Tú kanst tilnevna frá leinkjuni HER!

Les alt um Leiðaradagin HER!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo