Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað eru bara 2 ár síðani, at privatu útleigararnir á Mark blivu kjølhálaðir í KVF, tí teir umhugsaðu at leiga út til ferðafólk um summarið.

Goyggini frá vakthundinum í KVF vóru ótroyttilig, tí einki skuldi privati marknaðurin fáa loyvi til at seta næmingar á gøtuna í ein heilan mánað. Útleigararnir á Mark vístu á, at hetta var einki øðrvísi enn næmingaheimini vóru von at gera.

Fyrst spurdi vakthundurin fyrrverandi landsstýriskvinnuna í Almannamálum, um hetta var loyvt? Svarið frá landsstýriskvinnuni varð, at hetta hevði verið siðvenja hjá næmingaheimum í nógv ár, men hon metti ikki at Mark skuldi hava hendan møguleikan.

Síðani spurdi vakthundurin formannin í Leigunevndini sama spurning. Svarið frá honum var púra greitt, at tað var ikki loyvt sambært leigulógini – hvørki hjá privatum útleigarum ella næmingaheimum.

Hvat hendi so? Einki! Næmingaheimini kundu framhaldandi blaka lesandi út á gøtuna um summarið, meðan privatir útleigarar ikki máttu vága sær.

Hvat hendir nú? Nú girar næmingaheimi upp – Glasir bjóðar næmingaheimið út í 45 dagar um summarið, og vinnarin verður tann, sum verður mettur at verða best skikkaður at røkja uppgávuna sambært útbjóðingartilfarinum frá Glasi.

Ferðavinnan stendur í vøkstri, og vinnurekandi partafeløg í Føroyum, Brendan, Hilton og Hotel Føroyar, hava valt at satsa slakar 400 mió. kr. upp á uml. 350 hotelkømur. Hesar íløgur hava sjálvsagt stóran vága við sær.

Men enn einaferð, mugu vit bara staðfesta, at tað almenna skeiklar kappingina við at blanda seg upp í fría marknaðin. 

Tað, at Glasir bjóðar næmingaheimið í Marknagili út, hevur eitt ovurhonds stórt virðið fyri tann heldiga vinnaran. Tí hetta roknistykkið:

49 kømur x 750 kr./dagin = 36.750 kr./dagin x 45 dagar = 1.653.750 kr./árið x 5 ár = 8.268.750 kr.

Heldigi vinnarin kann fáa góðar 8 mió. burturúr hesum 45 døgunum um árið næstu 5 árini.

Tillukku 62°N – tað skal verða tykkum væl unt.

Heldur almenningurin, at hetta er jøvn kapping? Hvat verður tað næsta? Verður løgtingshúsið boðið út til leigu um summarið? Tað stendur jú tómt uml. 90 dagar hvørt einasta ár, og kundi verði nýtt til mangt og hvat.

Nú verður spennandi at vita, um KVF fer at taka hetta málið upp, og um nýggja borgarliga samgongan fer at loyva sovorðnum óskili at halda áfram.

Ein vakin vakthundur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo