Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Uppundir valið kom Vinnuhúsið við útmeldingum um nógvar broytingar á vinnuøkinum, útsagnir sum eg, sum limur av Vinnuhúsinum, undrist stórliga á.

Eitt nú vildu tey avtaka øll mørk fyri at fáa fremmanda arbeiðsmegi inn í landið umframt at tey ynsktu at frádrátturin hjá føroyingum sum vinna uttanlands, skuldi avtakast.

Má siga, eg standi undrandi, Vinnuhúsið har meginpartin av limunum eru smáar/miðalstórar fyritøkur skulu so góðtaka at fáa danskar tilstandir her í Føroyum, har tær smáu fyritøkurnar, serliga uttanfyri København,  hava liva í armóð og eitt ótal fari av knóranum tí serliga polakkar hava yvirtikið flestu handverksarbeiðini, má spyrja Vinnuhúsið, er tað ta tit ynskja her á landið?

Eisini ynskir Vinnuhúsið, ella skuldi eg kanska skriva Føroya Arbeiðsgevarafelag, at landið eigur at avtaka allan frádrátt hjá føroyingum sum arbeiða uttanlands. Hví, hvat fyri, hvat skal tað vera gott fyri? Í gjøgnum nógv ár er tað staðfest at teirra løn er ein hart tiltrongd valuta og eg veit at teirra eyka inntøka, í mun til tað føroyska lønarlagið, hevur skapt nógv arbeiðir her á landið. Eitt nú veit eg at familjunmenn hava fingið játtað fígging til at byggja familjuni eitt heim grundað inntøkuvøksturin við at fara uttanlands at arbeiða, ella er tað so galið at mann kann byrja at hugsa at tit vilja broyta alt hettar tí ein av tykkara yndislimum manglar bíligar føroyskar kokkar?

Um Vinnuhúsið fekk sín vilja í morgin, hvat skuldu vit so gjørt við allar hesar føroyingar, har eru eitt nú ca 200 føroyskir elektrikarar í Norra. Vit hava ikki tørv á 200 fleiri elektikkarum, skullu teir so koyrast í ALS bara tí onkur ávísur manglar kokkar?

Rættuliga nógvir føroyingar sigla uttanlands og vinna gullverdan valuta til landið. Hvat skulu vit gera við teir? Øll føroysk skip, sum forvinna nakað, eru fullmannaði, skulu so teir eisini koyrast í ALS?
Hvat vilja tit við hesum føroyingum sum vinna uttanlands, skulu elektrikararnir slípa og spartla gólv og skulu sjómenninir rudda og skilja rusk á øllum byggiplássinum í Havn?

Hvat við at brúka føroyingar sum eru í Føroyum framum rumenar og hvat við at broyta skattalógina soleiðis at føroyingar sum sigla uttanlands kunnu arbeiða tá teir eru í Føroyum ca 6 mdr um árið men kunnu ikki arbeiða her tí skattavaldið fer við meginpartin teir forvinna her á landið og hvat við at niðurleggja múrin um Havnina soleiðis at handverkarar sum ikki búgva í Havn sleppa framat.

Tað síðsta av hasum veit eg svarið til tí eg havi sjálvur veri partur av Vinnuhúsinum sum Limur í Føroya Handverks Meistarafelag í ca 8 ár; av tí at meirilutin av limunum eru í Havn so er eingin møguleika hjá okkum at fáa broti niður múrin um Havnina, ein múrur sum Donald Tump hevði veri errin av at átt.

Anskar Hansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo