Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Fannir: Forlagið FANNIR hevur fyrr givið út tveir Holberg-leikir, sum Rikard Long týddi: ”Hin politiski kannustoypari” (LEIKRIT 10) og ”Jeppi á Fjallinum” (LEIKRIT 11). Báðir leikirnir eru skrivaðir í 1722 og komu á fyrsta sinni út á føroyskum í 1922.

Nú kemur triði Holberg-leikurin, ”Erasmus Montanus”, sum kom út í 1723. Rikard Long týddi eisini henda leikin í 1920-unum, men hetta er fyrstu ferð, at týðingin verður prentað.

Leikurin er í fimm pørtum. Í stuttum snýr hann seg um unglingan Rasmus Berg, sum er farin til Keypmannahavnar at lesa við lærda háskúlan. Har fær hann sær, sum vanligt var, latínskt navn, Erasmus Montanus, og kemur aftur til heimbygdina við fínum lótum at finna foreldur, bróður, gentuna, hann var og er góður við, og Per dekn, ið eins og Erasmus eisini erpar sær av latínkunnleika sínum.

Tað, ið høvuðspersónurin lærir, er, at bestu lyndisdrøg eru lítillæti, hóvsemi og at brúka tað, ein veit, við skili.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 23 er 132 s.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo