Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Fyrrverandi ungdómsvenjarin hjá Manchester United, Eric Harrison er deyður, 81 ára gamal. 

Hetta skriva fleiri útlendskir miðlar í dag, harímillum BBC Sport.

Harrison (sum stendur uttast til vinstru á myndini omanfyri) gjørdist ungdómsvenjari hjá Manchester United í 1981, og er hann best kendur fyri at standa á odda fyri tí sonevnda "Class of 92" liðnum hjá United, sum vann FA Youth Cup í 1992.

Á tí liðnum spældu m.a. Nicky Butt, Paul Scholes, Gary Neville, Phil Neville og David Beckham.

Harrison vann eisini FA Youth Cup við United í 1995, og var hann í felagnum heilt fram til 2008.

Hann fekk staðfest minnissvinn ("mixed dementia") í 2014 og búði síðstu árini á røktarheimi. Hann doyði ein stillan deyða, umgyrdur av sínum nærmastu.

Sir Alex Ferguson sigur í einari viðmerking í dag um sín gamla vin og starvsfelaga, at hann var ein av teimum bestu venjarunum, sum hevur verið í okkara tíð.

- Tá eg kom til felagið (í november 1986), var eg so heppin at hava Eric standandi á odda fyri menningini av ungdómsleikarum. Eg slapp at síggja arbeiðið, sum hann gjørdi, ikki bara við Class of 92, men við øðrum leikarum eisini, segði Ferguson og helt fram:

- Hann gjørdi teir ungu leikararnar sterkari og ágrýtnari og fyrireikaði teir til framtíðina. Hann var ein lærari og gav leikarunum eina leið at ganga eftir, eitt val, og tað gjørdi hann við at arbeiða hart og geva alt, sum hann átti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo