Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

At landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum nýtir kunngerðina um at skipa fiskiskap, til beinleiðis at luta út tilfeingi, er ikki í tráð við kunngerð, ella fólksins vilja.

Eitt nú, varð í 2011 lutað út virði á á leið 900 milliónir. Hetta hevði svarað til, at danski ministarin á sama øki einsamallur lutaði út virði á á leið 90 milliardum.

Nær skulu alarmarnir ýla?

Løgtingið stendur ikki aftanfyri hesa mannagongd, ikki heldur fyriliggur nøkur samtykt um hetta.

Tá Føroyar fóru á heysin fyrst í hálvfemsunum, var tað partvís orsakað skilaleysa fiskivinnu, har landið beinleiðis hefti fyri fiskivinnuna og skipasmiðja spældi við í samb. við eginpening.

Talan var um ‘ikki burðardyggar’ verkætlanir, fult stuðlaðar av tær og mær.

Tá vit aftaná skrædlið skuldu til at gera upp og lasta ymsu leikararnar í hesum vána leiki, var einki at gera, tí øll vistu av hesum. Øll vistu um at eginpeningur ikki var til staðar, øll vistu um almennu veðhaldini, varð sagt.

At einki slíkt eftirspæl varð, er sín søga, - verri var, at fólk fingu lagnutungar leiðir úr arbeiði, húsi og heimi.

At vit so í triðja lagi ikki læra av hesum, er stutt sagt, ein katastrofa.

Skulu vit hava somu støðu um eini tíggju ár, tá vit hava fingið ein veruleika, sum vit ikki brýggja okkum um ella eina verð, sum ikki er fyri øll.

Fara vit tá at siga, “jú, vit vistu av hesum, vit vistu, at landsstýrismaðurin sjálvur lutaði út, vit vistu at kunngerðin varð tulkað øðrvísi enn ætlað, - so vit heysta sum vit hava valt og politiskt hava sáað.”

Er tað hetta vit ætla ella alarmar, sum virka?

Politiskt snýr fiskivinna seg, í løtuni, ikki um fiskivinnu, men um Løgting, politikk, heimildir, struktur og umsitingarligar formar, sum eiga at fáa álvarsliga eftirkanning.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo