Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstova Føroya er farin at kanna, um føroyska arbeiðsfjøldin framvegis er millum tær størstu í Evropa.

Tað var hon í fjør, við Íslandi beint í hølunum.

Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru millum 15-74 ár og búsitandi í Føroyum.

Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.000 fólk uppringd, ung sum eldri. Gallup Føroyar ger viðtalurnar fyri Hagstovuna.

Í 2020 vóru 31.793 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 84,3% av øllum búsitandi í Føroyum, sum vóru millum 15 og 74 ár. Og tað var tað mesta í Evropa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo