Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit eru siglandi tjóð verður mangan sagt, men av teimum uml 80-90 skipinum í FAS (Føroysku Altjóða Skipaskránni), hvussu nógv vera rikin úr Føroyum, hava føroyska manning umborð og keypa tænastur frá føroyskum veitarum.

Politiski myndugleikin má taka henda spurning upp og avgera um vit fáa nokk burturúr øllum skipum í FAS.

Fyrst skal eg gera vart við at vit í Føroyum hava fleiri vælrikin reiðarí, ið vera fult og heilt rikin úr Føroyum, og sum eru við til at skapa inntøkur og vitan. Sum dømi kann eg nevna Skansi, Thor, Smyrilline og Frakt og Sand. Tað eru eisini fleiri onnur. Hesi reiðaríini skapa nógv virksemi á landi og sjógvi, bæði beinleiðis í reiðarínum, men eisini við at keypa ymiskar tænastur frá veitarum í Føroyum. Tað er ikki hesi reiðarí henda greinin er um.

Men so hava vit aftur onnur sokallað reiðarí, sum einans hava ein sakførara at sita sum stjóra, og keypa sær ein grannskoðara at gera roknskapin og at grannskoða roknskapin tá hann skal latast inn. Hesi ”reiðarí” skapa minimalt av virksemi í Føroyum, og alt virksemi við at reka reiðaríið er í útlandinum, einas og ongin føroyingur er við skipinum. Tað vil siga at tey sleppa at sigla við Merkinum, men skapa lítla og onga inntøku og vitan í Føroyum; í mun til tey reiðarí sum fult og heilt vera rikin úr Føroyum og har føroyingar hava møguleika at mynstra við skipinum.

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um at víðka um tonsaskattalógina. Í samband við uppskotið hevur Taks sett spurningin í hoyringsskrivið, um tað er ætlanin at onki krav skal vera um at skip skrásett í FAS eisini vera rikin úr Føroyum. Her er eg púra samdur við Taks.

Er tað í lagi at summi skip, við Merkinum á hekkuni, einans hava eina postsmogu hjá einum sakførara og tað er tað einasta sambandi tey hava við Føroyar?

Vit, løgtingið, eiga at krevja at skipini eisini vera rikin úr Føroyum og skapa vitanartung og serstørv í Føroyum, og skapa møguleikar fyri at føroysk sjófólk hava møguleikar at mynstra umborð á føroyskum skipum.

Í Danmark er tað eitt krav at skip skrásett í DIS (Danmarks Internationale Skibsregister) og, ið koma undir tonsaskattalógina í Danmark, eisini vera rikin úr Danmark. Hetta krav gjørdi at eitt reiðarí, fyri nøkrum árum síðani, var noytt til at flagga út úr DIS, tí skipini í veruleikanum vóru rikin úr Svøríki, og  reiðarí í Danmark einans hevði ein stjóra, ið stóð fyri eini postsmogu. Tá eitt land sum Danmark við 10. størsta handilsflota í heiminum, kann seta krav um at skip skulu vera rikin úr Danmark, eiga vit í Føroyum at gera tað sama.

Vit eiga at krevja at skip í FAS vera rikin úr Føroyum, og at føroyingar hava møguleika at mynstra við øllum skipum í FAS. Vit eiga samstundis at skapa so góðar karmar og lagaligar treytir sum gjørligt fyri tey reiðarí, ið vera rikin úr Føroyum, so at vit kunnu halda fast við hesi vitanartungu- og serstørvini. Júst hetta vit at fáa skapt størv sum krevja servitan og geva møguleikar til føroysk sjófólk var grundgevingin fyri at FAS bleiv verðuleiki.  Vit skuldu sloppi okkum av við tey sokalaðu reiðarínin, sum einans eru ein postsmoga á einum kontóri. Um tey taka síni skip úr FAS, missa vit sum land millum lítið og onki. 

Um vit onki gera og lata standa til, so er onki til hindurs fyri at vit enda sum eitt verðuligt hentleika flag, har tað einasta føroyska ísletti til reiðarí og skip er Merki á hekkuni. Ongi størv, onki avleitt virksemi, einans ein stórur handilsfloti. Hetta er tað Liberia og Marshall oyggjar hava.  

Petur Mohr – Stýrimaður 

Grein um reiðrí, sum mátti flagga úr DIS - trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo