Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

200.000 mjølormar tyggja seg ígjøgnum plastikk í performance-framsýningini MASS - bloom explorations 20.-22. oktober í Norðurlandahúsinum.

Nógv halda at mjølormar eru ólekkrir og seta teir í samband við rot, men faktisk kunnu teir eta og sodna plastikk. Plastikk, sum vit menniskju tveita burtur, og sum dálkar. Munnu ormarnir í longdini kunna vera við til at hjálpa okkum við okkara umhvørvistrupulleikum?

20.-22. oktober er møguleiki fyri at síggja mjølormar fara til verka. Tá verður framsýningin MASS - bloom explorations í Norðurlandahúsinum, har 200.000 mjølormar og ein dansari eru í einum kupli, og mjølormarnir eta plastikk meðan ein dansarin flytur seg millum teir, uttan at skaða teir.

Verkið er gjørt av Recoil Performance Group úr Danmark. Tað er ókeypis at vitja, men krevur tilmelding (nlh.fo) vegna koronu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo