Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroyski politiski hjálparpakkin – í mun til danska hjálparpakkan - tykist neyðarsligur. Smáu føroysku fyritøkurnar verða sleptar uppá fjall, hóast tær skulu fyrihalda seg til somu fyrivarni sum í Danmark.

Av tiltøkunum sum almenni føroyski politiski myndugleikin hevur sett í verk, kann ivi vera um, um smáu fyritøkurnar hóra undan, serstakliga um tær skulu lata aftur av støðuni.

Í Danmark er politiski myndugleikin sannførdur um, at um so er at hjálparpakkarnir ikki eisini umfata smáu fyritøkurnar, koma mong at uppliva at lívsgrundarlagið verður skrikt undan teimum.

Henda støðan tykist ikki at síggjast aftur í føroyska hjálparpakkanum.

Lømóttakarin hjá tí almenna verður 100% tryggjaður, lønmóttarin hjá privata og tímalønt vera 75% tryggjað, meðan raksturin hjá smáu vinnufyritøkunum fær 0% endurgoldið, hóast tær bæði skulu gjalda leigu, rentur og avdrátt, og allan annan rakstur sum er neyðugur, hetta, meðan fyritøkan møguliga hevur lagt alt sítt virksemið niður av støðuni.

Lasse Klein

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo