Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Tá uppgangangstíðir eru, fara lýsingastovurnar í swing at gera nýggj bløð.

Nýggjasta er, at lýsingastovan, sum er mannað við kvinnum og higartil hevur gjørt Kvinnu, nú eisini hevur mannað seg upp at menna 120 síður av tilfari um menn, sum verða innpakkaðir og seldir við navninum Maður.

Tað sigur blaðstjórin í langum innslagi í KVF í morgun - hoyr her

Føroyski maðurin er verðins fjølbroyttast maður, sigur kvinnuligi blaðstjórin. Ein av monnunum er vertur í morgunsendingini.

Adressan hjá blaðnum er Smyrilsvegur, so nú kann ikki sigast annað, enn at starar eru komnar í smyrlaflokkin og fara at skapa røring í heimliga tjakinum um kyn.

Vælkomin á marknaðin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo