Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ester Kristiansen kemur í morgin út við nýggjum staklagi. Nú ólavsøkan nærkast og vit, í hvussu so er eitt stutt bil, kunnu nærkast hvør øðrum, kemur Ester Kristiansen út við nýggjum, eggjandi kærleikssangi, sum hevur fingið heitið: “Aftur til mín”.

Hetta er ein kærleikssangur, sum snýr seg um, tá ið forelskilsið er nýtt og spennandi og hvørt sekund er fylt við nærveru, stuttleika og hita, og tá ið hvør løta burtur hvør frá øðrum er ræðulig og fylt við stórum sakni.

Ester Kristiansen førir okkum við síni inniligu rødd gjøgnum hesar kenslur, sum vit øll kenna og leingjast eftir, og sum serligar løtur raka okkum øll.

Heiti: Aftur til mín
Orð: Eir í Ólavsstovu & Ester Kristiansen
Lag: Ester Kristiansen & Niclas Johannesen
Framleitt: Niclas Johannesen & Óli Poulsen
Miksað og mastrað: Óli Poulsen í Fix-n-Mix
Upptikið í Studio 57, Hoyvík & Fix-n-Mix, Farum

Tónleikarar:
Ester Kristiansen: lead vokal og kór
Drós : kór
Óli Poulsen: bass, el guitar, keyboards, slagverk, forritan
Niclas Johannesen: akkustiskan & elektriskan guitar, keyboards, forritan, kór
Matt Chamberlain: Trummur
Útgávufelag: Hugmynd

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo