Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Fólkaheilsuráðið skipar fyri einum átaki fríggjadagin 20. mai, har dentur verður lagdur á mat og matgerð. Tað verður máltíðin sum heild, sum verður sett á breddan. Átakið hevur heitið "Etið saman".

Fremstu  kokkar í landinum fara at gera lættar og heilsugóðar skundverðar og møguleiki verður fyri at fólk kunnu koma framvið til eina hugnaligu løtu og hyggja at, ímeðan maturin verður gjørdur og royndarsmakka rættirnar.

Kom ein túr forbí fríggjadagin 20. mai í:

Tórshavn        kl. 16.00-18.00 í Miklagarði        Leif Sørensen kokkast.

Tórshavn        kl. 16.00-18.00 uttanfyri FK        Gutti Winther og Snorri Paturson kokkast.

Miðvágur        kl. 16.00- 18.00 uttanfyri FK        Magnus Bech kokkast.

Tvøroyri        kl. 16.00-18.00 uttanfyri Bónus        Eyðstein Lyngvej kokkast.

Klaksvík        kl. 15.30 – 17.00 uttanfyri FK        Jóhanna á Tjaldrafløtti og Joan Sivertsen kokkast.

Fuglafjørður    kl. 16.00-18.00 uttanfyri FK        Poul Rustin kokkast.

- Samveran og tað at eta saman fyllir ikki nóg mikið í dagsins samfelag, og vit vita (hagfrøðisliga), at vita eta minni saman í dag enn fyri fáum árum síðani. Vit vita, at umleið 30% av tíð, sum vit eta í dag, verður etið uttan fyri heimi, og vit vita eisini, at tað sum miðalborgarin etur uttan fyri heimi hevur lægri góðsku, enn tað, ið etið verður heima. Samstudis hava vit illgrunu um at modernaða familjan ofta etur hvør sær; og at elektronisk órógv (telefonir, ipadar, sjónvarp) eru partur av máltíðinum í nógvum famijum. Hetta meta vit kann órógva tað sosialu samveruna rundan um borðið, og sansainntrykkini, sum fylgja við at eta góðan mat.

- Vit vilja við átakinum kveikja hugin og geva íblástur til føroyingar, soleiðis at vit øll fáa árræði at vera aktiv og gera mat, kanska serliga familjur, har børn og vaksin gera mat saman. Tá er tað at hesir skundverðar koma inn í myndina, sigur Fólkaheilsuráðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo