Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú fingu vit so aftur eitt dømi um hvørji virðir føroysk mentan byggir á.

Meðan vit fyrireika hátíðarhaldið hjá jesusbarninum, koma boð frá føroysku umboðanini á Fólkatingi, um at tað er eydnast at fáa meira pengar frá danska fólkinum til tað føroyska fólkið.

Tá vit eru eitt av teimum samfeløgum í heiminum, sum fær mest menningarhjálp, hevði man væntað at takksemið var stórt hesa sælu jólatíð.

Kanska sent eina takkarkvøðu til danska fólkið.

Ella sent eina rimmar gávu til tey svøltandi børnini úti í heimi. At brúkt maktina til at gjørt eina avtalu við donsku stjórnina, um at tikið 100 mill. av blokkinum til at veita teimum svøltandi børnunum ein linna.

Men, nei. Slíkt hóskar ikki til føroyska mentan.

Tað sigst at okkara samfelag byggir á kristin/humanistisk virðir. Men tað er ikki so. Um tað var rætt, so høvdu vit ikki stremba eftir meira pengum, samstundis sum vit fáa at vita hvussu stór neyðin er úti í heimi.

Hendan áhaldandi og ómettiliga jagstranin eftir pengum, sjálvt um vit hava nokk, er ein háðan ímóti danska fólkinum - og sanniliga ímóti teimum sum líða hungur og hall.

Og ikki minst ein háðan ímóti tí, hvørs føðingardag vit skjótt fara at hátíðarhalda.

Kristoffur D Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo