Ársfrágreiðingin lýsir virksemið hjá Etiska ráðnum farna árið, hvørji evnir, ráðið hevur arbeitt við, og hvussu ráðið hevur arbeitt fyri at røkka sínum endamáli.
1. januar 2022 eru tað fýra ár síðan Etiska ráðið fór til verka. Hesi fýra árini hevur ráðið verið í einari tilgongd við at byggja upp sítt virksemi. Mannagongdir eru gjørdar, skrivstova við fakligum skrivara er fingin at virka, virkisøkið er nágreinað, og ráðslimirnir hava havt ymisk høvi til at kunna seg um og styrkja sína vitan um etisku evnini, ráðið hevur valt at viðgera higartil.
Covid-19 hevur sett sín dám á hesi bæði seinastu árini, bæði upp á gott og ónt. Almennu tilmælini og smittustøðan hava forðað Etiska ráðnum at halda fleiri almenn tiltøk, sum ætlanin var at hava, bæði í 2020 og 2021. Hinvegin hevur støðan styrkt Etiska ráðið innanhýsis, fleiri etisk mál komu óvæntað á skrá, og viðgerðin av teimum hevur styrkt førleikan hjá ráðnum at kjakast um etiskar spurningar. Tíðin við Covid-19 hevur í verki víst okkum øllum, hvussu ein støða, sum er galdandi tann eina dagin, kann verða grundleggjandi broytt longu dagin eftir.
Av serligum áhuga í 2021, kunnu vit vísa til arbeiðið við raðfestingum í heilsuverkinum, sum hevur verið høvuðsevnið í viðgerðini hjá Etiska ráðnum seinastu tvey árini, umframt Covid-19. Í tilgongdini hevur ráðið fingið gott innlit í tey viðurskifti, sum virka og ávirka, tá raðfest verður á øllum stigum innan heilsuverkið, og gongst sum ætlað, letur ráðið í 2022 úr hondum eina frágreiðing um evnið.
Eitt annað áhugavert tiltak í 2021 var, tá ið Jacob Birkler, fyrrverandi formaður í Det Etiske Råd í Danmark, vitjaði Etiska ráðið og greiddi frá sínum royndum. Hetta var ein gevandi fundur, sum gav bæði ráðslimum, forkvinnu og fakliga skrivaranum góðan íblástur til, hvussu vit í Føroyum kunnu skipa virksemið hjá Etiska ráðnum á bestan hátt, bæði innanhýsis og móti almenninginum.
Etiska ráðið hevur í 2021 eisini lagt dent á at menna heimasíðuna hjá ráðnum, soleiðis at tað nú er lættari at kunna seg um virksemið hjá ráðnum, og tað er vorðið lættari at finna tilfar um etisku evnini, sum ráðið arbeiðir við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo