Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ungdómurin í Berøa í Saltangará skipar fyri evangeliskari møtirøð komandi vikuskifti, 22. – 24. januar undir heitinum: “Jesus kemur aftur skjótt! – Ert tú til reiðar?

Átta møtir verða í alt, sum verða ein blanding millum evangelisk møtir, uppbyggingarmøtir og ungdómsmøtir. Tað verður eisini ein breið vifta av   talarum, sum koma ymsastaðni frá í landinum. Høvuðsevni á møtunum verður: “Jesus kemur aftur skjótt!”

Millum talararnar verða Pætur Hansen og Ragnar Ludvig.  Gingið verður í húsini við innbjóðingum og einum bóklingi, sum nýliga er givin út og eitur: Søgan um Kongin. Eisini er ein  plakat gjørd, sum verður hongd upp við Skálafjørðin. 

Fyrsta møti verður fríggjakvøldið 22. januar kl.19.00 og sama kvøld verður ungdómsmøti kl.22.00 Seinasta møti verður sunnukvøldið kl.19.00

Leygardagin og sunnudagin kl.16.00 verður lýst við uppbyggingarmøtum, har ávíkavist Óli Steinberg, Zacharias Zachariassen, Jóhan Petersen og Jens Bech koma at tala. 

Dentur verður lagdur á nógvan felagssang, og Svein í Prestgarði, sum nýliga hevur givið út fløgu, kemur eisini at syngja.

Millum møtini sunnudagin kl.16.00 og kl.19.00 verður nátturði.

Fyrireikararnir siga, at teir bjóða ungum sum eldri til øll møtini, og at øll eru hjartaliga vælkomin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo