Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Evangeliska Røddin varð stovnað í august 1966. 29. november sama ár sendi henda nýstovnaða  kristna útvarpsfyritøkan á fyrsta sinni evangeliið út á móðurmálinum til føroyingar kring allan heim. Útvarpsssendingin hoyrdist eisini heima í Føroyum.

Nú fimmti ár eru liðin síðani hesa søguligu byrjan, er hóskandi at steðga á og lýsa nærri hvussu alt hetta byrjaði. Hetta verður gjørt sunnukvøldið 27. november kl. 18 í Ebenezer.

Evangeliska útvarpssstøðin ”Trans World Radio” byrjaði at senda boðskapin um Jesus á ymiskum málum úr Tanger í Marokku í Norðurafrika seinast í 1940-árunum. Menninir aftanfyri hetta tiltak vóru amerikansku feðgarnir Ralph og Paul Freed. Seinni vóru teir noyddir at flyta útvarpsstøðina til Monte Carlo í lítla fúrstadøminum og státinum Monaco, sum ikki er meiri enn 1,5 ferkilometrar til víddar. Sum samanbering skal nevnast, at Føroyar eru umleið 14.000 ferkilometrar.

Tá ið vit føroyingar fóru undir samstarv við Trans World Radio, sendu teir boðskapin út á 25 ymiskum málum til Europa, Afrika, Miðeystur og aðrastaðni við. Føroyskt gjørdist sostatt 26. málið, ið varð útvarpað gjøgnum sendaran hjá Trans World Radio.

Byrjanin til føroysku sendingarnar frá Trans World Radio
Tann 30. juli – dagin eftir Ólavsøku í 1966 – sótu Billy Olsen og eg og prátaðu saman í stovu okkara á Sólteigi 4 í Havn.  Hesa løtuna kom prát okkara inn á evangelisku útvarpssendingarnar, sum Trans World Radio hevði úr Monte Carlo.

Billy greiddi mær frá, at hann sum útisiglari, mangan hevði lurtað eftir sendingunum hjá Trans World Radio á ymiskum málum – og hvussu hetta hevði verið honum ein stór andalig signing, meðan hann pløgdi heimshøvini. Hendan dagin kom prátið eisini inn á møguleikan at fara undir útvarpssendingar á føroyskum yvir sendaran hjá Trans World Radio í Monte Carlo. Ikki var langt lop frá hugsan til verk. Ta løtuna settu vit saman uppskot til skriv til Trans World Radio at spyrja um, hvørjir møguleikar vóru at fáa í lag evangeliskar útvarpssendingar í føroyskum. Dagin eftir varð hondskrivaða kladdan reinskrivað og fyrsta skriv okkara sent til Monte Carlo.

Nevnast skal, at hondskrivaða kladdan og reinskrivaða brævið, eru bæði til taks enn í dag – og munnu  hesi bæði upprunaskjølini verða millum virðismiklastu skjølini í samband við søguna um Evangelisku Røddina.

Hetta fyrsta skrivið í søguni hjá Evangelisku Røddini varð undirskrivað av Billy Olsen og mær sjálvum og sent til Trans World Radio 31. juli 1966. Vikuna eftir fingu vit svar frá Trans World Radio, ið var dagfest 4. august, einans 5 dagar eftir at okkara skriv varð fest á blað og sent úr Føroyum.

”Tað var við gleði og ovfarni at vit lósu brævið frá tykkum og frættu um áhuga tykkara at varpa út evangeliið á føroyskum máli. Hetta kennist mær ein undurfull avbjóðing og vit vilja við gleði samarbeiða við tykkum hesum viðvíkjandi.”

Eftir at hava lisið brævið vóru Billy og eg samdir um, at vit beinanvegin skuldu taka næsta stigið á leiðini, sum var at seta okkum i samband við aðrar, ið vóru til reiðar at fara undir sendingar saman við okkum. Vit settu okkum fyrst í samband við Jógvan Hammer, ið var radiotøkningur og síðani Óla Vang, ið hevði arbeiddi sum fjarritari á Tórshavnar Radio. 

Eftir hetta settu vit okkum í samband við Zacharias Zachariassen, Brynleif Hansen, ið arbeiddu sum trúboðsarar burturav og Osvald Kjærbo, Jens Guttesen. Teir vóru áhugaðir og fúsir at fara til verka. Hesir somu gjørdust samstundis fyrsta nevndin í Evangelisku Røddini:

Jógvan Hammer, Brynleif Hansen, Jens Guttesen, Osvald Kjærbo, Svenning av Lofti, Billy Olsen, Óli Vang og Zacharis Zachariassen. Av hesum eru Brynleif, Jens Guttesen og Osvald Kjærbo farnir.

Hildið var fram við hesum sendingum hvørja viku í 25 ár til 1990. Eftir at einkarættur útvarpsins varð avtikin, var farið undir annað útvarpsvirksemi. Hildið varð fram við sendingum á Rás 2 og seinni á R7.

Upptøkutól eru keypt til sjónvarpssendingar, soleiðis at sendast kann netvarp frá tiltøkum, ið fara fram.

Evangeliska Røddin hevur givið út fleiri sangbond og fløgur til dagin í dag. Ikki kann sigast annað enn, at Evangeliska Røddin hevur verið virkin øll hesi fimmti árini síðani 1966.

Tað er við stórari gleði og takksemi til hin livandi Gud í Himli, eg hyggi aftur á hesi farnu fimmti árini av søguni hjá Evangelisku Røddini. Eg takki Gudi fyri tað kall, ið hann tá gav okkum, at bera menniskjum heimsins besta boðskap, boðskapin um Jesus og hansara fullgjørda frelsuverk á krossinum.

Á fimmti ára haldinum fer sangkórið í Ebenezer at syngja og greitt verður frá søguni hjá Evangelisku Røddini.

Vit fara eisini at hoyra brot úr talum hjá Brynleif Hansen, Andrew Sloan, Herluf Arnason og øðrum ið vóru sendar gjøgnum Evangelisku Røddina fyri 40-50 árum síðani.

Eisini verða lurtarabrøv lisin, sum Evangeliska Røddin fekk frá lurtarum kring heimin.

lofti@olivant.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo