Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Everton var eitt av liðunum, sum nógv høvdu sett stórar vónir til undan árinum í ár. 

Liðið hevði keypt nógv inn í summar, og Ronald Koeman skuldi byggja víðari uppá eitt fínt kappingarár í fjør.

Men árið í ár hevur ikki hilnast sum væntað - als ikki -, og liggur Everton nr. 16 í Premier League og er longu sligið út úr Europa League - úr einum bólki við Atalanta, Lyon og Apollon Limassol.

Ronald Koeman? Ja, hann hevur longu fingið sekkin - fyri einum mánað síðan -, og enn er eingin settur í hansara stað.

Í kvøld leikti liðið sín fimta dyst í kappingini á heimavølli ímóti italienska Atalanta og tapti ikki minni enn 5-1.

Wayne Rooney, sum kom aftur til felagið í summar, leikti allan dystin.

Atalanta og Lyon hava 11 stig í bólki E, meðan kypriotiska Limassol hevur trý stig eftir at hava leikt tríggjar javnleikir. Everton hevur einans eitt stig.

Meðan Everton hevur ilt við at savna stig saman í bólki E, megnaði felagið tó í gjár at fáa eina minni bót - eina bót á 30.000 pund - frá Uefa, eftir at ein áskoðari hjá felagnum gjørdi seg inn á ein leikara hjá Lyon í dystinum á Goodison Park ímillum Everton og Lyon herfyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo